Erlendur er komin fyri seg aftur

B36 miðvallarin var í gjár fyri fyrstu ferð á vøllinum aftur, eftir at hann fyri 19 mánaðum síðani sleit krossbandið

Í gjár vann B36 vinardyst á ovara vølli í Gundadali ímóti AB 4-1.

Málskjúttar hjá B36 vóru Meinhard E. Olsen, Michal Przybylski, Sebastian Pingel og aftur Michal Przybylski.

Hóast Tóki á Lofti minkaði um munin fyri AB til 2-1, so var tað eingin ivi um, at heimaliðið var omaná.

Tað varð ikki roknað við teimum tíðliga í vetur, men sjálvandi er tað øgiligur styrkur fyri B36, at Sonni Ragnar Nattestad og Meinhard E. Olsen skrivaðu undir sáttmála við felagið. Felags fyri teir báðar er, at teir hava verið á landsliðnum og ivaleyst báðir eiga framtið á liðnum hjá nýggja venjaranum Håkan Ericsson.

Í gjár varð greitt, at kappingin um plássini á B36 liðnum verður uppaftur størri, nú tað eru tvær vikur, til tað verður farið undir útsettu landskappingina.

Tá ið ein tími var farin av vinardystinum ímóti AB, varð Erlendur Magnusson skiftur inn á B36 liðið. Hetta var merkisvert, tí Erlendur Magnusson hevur ikki verið á B36 liðnum síðani í 24. umfari í 2018.

 

Eina stóra viku undan 24. umfari í 2018, sum var 30. september, varð boðað frá, at B36 og Erlendur Magnusson høvdu skrivað undir nýggjan sáttmála. Hann var galdandi fram til kappingarlok í 2020, og í B36 duldu tey ikki, at hetta vóru tey fegin um, tí Erlendur Magnusson var í 2018 ein tann eyðsýndasti spælarin í felagnum. Tað sást aftur í, at hann var millum teir, ið vóru mest á vøllinum, og fullur í orku og vilja og yvirskoti var hann førur fyri at røkja fleiri pláss á liðnum.

Sunnudagin 30. september í 2018 var B36 í Gøtu. Úrslitið í Sarpugerði var 1-1, og Erlendur Magnusson legði B36 framum longu í fimta minutti.

Seytjan minuttir undan leikloki varð Erlendur Magnusson skiftur út. Krossbandið var slitið, og  síðani hevur Erlendur ikki verið við í dystum. Tað varð ikki fyrr enn stutt undan kappingarbyrjan í fjør, at tað varð staðfest, at talan var um slitið krossband. Tað vil siga, at Erlendur hevur verið skaddur í 19 mánaðir, og í eitt stórt ár hevur hann vant miðvíst fyri at koma fyri seg aftur, eftir at tað varð staðfest, at krossbandið var slitið.

Erlendur hevur verið treiskur og miðvíst vant og fyrireikað seg at vera við aftur, og nú er hann komin seg so væl, at Jákup á Borg í gjár skifti hann inn, tá ið tað restaði ein hálvur tími. Fyrstu ferð hann hevði bóltin í gjár, var tað um reppið, at hann skoraði.

Kappingin um plássini á B36 liðnum hevur verið stór, og nú er hon vorðin uppaftur størri.

Fyrsta avbjóðingin hjá B36 í nýggju landskappingini verður annan leygardag á útivølli ímóti FM vinnarunum í KÍ.