Longu mitt í gjár kundi Portalurin boða frá, at Eik Banki sum vit kenna hann, var farin í søguna. Hetta gjørdist greitt, tá boðini komu um, at Fíggjareftirlitið og Finansiel Stabilitet vrakaðu bjarginagrætlanina, sum leiðslan arbeiddi við.
Á tíðindafundinum kundi Odd Bjellvåg greiða frá, at somu instansir – Fíggjareftirlitið og Finansiel Stabilitet – sum ráddi leiðsluni til at arbeiða eftir ávísum leisti, eisini vrakaðu henda leist seinnapartin í gjár.
Og tað, viðgekk Odd Bjellvåg, kendi hann seg drignan upp á tráð av.
Men hann var eisini rættiliga erligur, tá hann var spurdur um orsøkina til, at tað gekk so galið hjá Eik Banka.
- Vit hava havt og vánaliga kredittstýring og ov vánaliga kredittspjaðing, tað er størsta orsøkin, segði Odd Bjellvåg.
Somuleiðis váttaði hann, at teir stutt sagt ikki høvdu verið nóg dugnaligir á hesum økinum.
Eik Banka samtakið er farið undir Finansiel Stabilitet, og tað merkir í veruleikanum, at partapeningurin í bankanum er burtur. Hinvegin ávirkar kollapsið av Eik ikki viðurskiftini hjá starvsfólkunum, sum fylgja við yvir í Finansiel Stabilitet, eins og innistandandi hjá fólki og fyritøkum er trygt.
Kaupthing-milliónir ov lítið
Á tíðindafundinum kundi Odd Bjellvåg boða frá, at hann seinnapartin hevði fingið tilsøgn frá Kaupthing í Íslandi upp á 600 milliónir krónur.
Leiðslan í Eik Banka kennir seg illa viðfarna av Fíggjareftirlitinum.
- Tað er ógjørligt at ímynda sær, at um Danske Bank og Nordea í senn komu í somu fíggjarligu støðu sum Eik Banki, at donsku peningastovnarnir bert høvdu fingið 57 tímar at funnið íleggjarar til tað, sum svarar til 20% av danska BTÚ, segði Odd Bjellvåg.
Tað kom annars sum ein saltvatnsinnspræning, tá boð komu úr Íslandi seinnapartin í gjár um, at Kaupthing Bank vildi geva tilsøgn um 600 milliónir í kapitali.
- Treytirnar vóru tó tær somu, sum TF Holding setti, nevniliga at peningurin skuldi nýtast at bjarga føroyska partinum av Eik Banka samtakinum, sigur Odd Bjellvåg.
Men hetta gjørdist alt til fánýtis, tí tað, sum lat seg gera politiskt og juridiskt mánadagin, var ógjørligt hósdagin, nevniliga at skilja partin í Føroyum frá partinum í Danmark.
Tilboðið úr Íslandi vísti seg tí at verða ov lítið ov seint.
Kundu fingið neyðuga kapitalin
Odd Bjellvåg er sannførdur um, at um tíðarfreistin ikki hevði verið ótrúliga stuttu 57 tímarnir, kundi bankin havt útvegað neyðugu íleggjararnar.
- Eg haldi, at tað var eitt ótrúliga flott tilboð, vit fingu úr Íslandi, segði Odd Bjellvåg á tíðindafundinum yviri við Strond í gjárkvøldið.
Hann heldur, at størsta orsøkin til, at tað ikki eydnaðist at útvega neyðugu 2,2 milliardirnar til at bjarga samlaða samtakinum, var sera stutta tíðarfreistin á 57 tímar.
- Innanfyri hesar 57 tímarnar høvdu vit fingið tilsøgn um eina milliard undir ávísum treytum, og eg eri onga løtu í iva um, at vit kundu havt savnað hinar 1,2 milliardirnar, um vit fingu eitt rímiligt skotbrá, segði Odd Bjellvåg.
Hann vísti á, at íslendingar framvegis tjena pengar, og at møguleikin hjá teimum at gera íløgur úti í verð ikki eru so stórar.
- Teir hava ikki nógvar aðrar møguleikar at gera íløgur enn í Føroyum, og íslandssáttmálin ger tað eisini lagaligt hjá teimum. So tað er ein upplagdur møguleiki, segði Odd Bjellvåg.
Sum alternativ nevndi nevndarformaðurin eisini Noregi, sum er stúgvandi fult av pengum.
- So at funnið neyðugu íleggjararnar haldi eg ikki hevði verið ein trupulleiki, um vit bert fingu eina rímiliga tíðarfreist, segði Odd Bjellvåg.
Dugnalig starvsfólk
Nevndarformaðurin í Eik Banka, Odd Bjellvåg, royndi á ongan hátt at skjóta ábyrgdina av ólukku støðuni, bankin er komin í, yvir á nakran annan.
- Landsstýrið hevur tikið støðu út frá tí, teir meta er best fyri landið, og eg vil á ongan hátt illneitast inn á teir fyri tað. Vit skulu minnast til, at tað fyrst og fremst er nevndin og leiðslan, ið hevur komið Eik Banka í hesa støðuna, segði Odd Bjellvåg á tíðindafundinum.
Hann hevði eisini bara rósandi orð til starvsfólkið í bankanum.
- Eik Banki eigur sera dugnalig starvsfólk. Og eg vil fegin takka teimum fyri teirra ídni og ágrýtni, ikki minst hesar seinastu dagarnar, ið hava verið sera strævnir. Starvsfólkið eigur ongan lut í teirri vána støðu, bankin er komin í, og teir feilir, ið eru gjørdur, eru gjørdir á direktiónsstigi, segði Odd Bjellvåg á tíðindafundi í Eik Banka í gjárkvøldið.