Erling Eidesgaard var fyrstur um Nólsoyarfjørð

Sum siður er varð aftur í ár svomið um Nólsoyarfjørð í sambandi við ovastevnuna. Hetta er 17. árið á rað, at svomið verður um fjørðin í sambandi við ovastevnuna

Sum siður er varð aftur í ár svomið um Nólsoyarfjørð í sambandi við ovastevnuna. Hetta er 17. árið á rað, at svomið verður um fjørðin í sambandi við ovastevnuna.

 

Hesaferð var tað Erling Eidesgaard, sum var fyrstur um fjørðin. Hann svam teinin upp á 1 tíma og 28 minuttir.

 

Kappingin er bæði fyri motionistar, kappsvimjarar og fyri svimjiáhugað annars.

 

Talan er um stuðulssvimjing til frama fyri svimjihyl í Nólsoy, og varð tað í ár kryddrað við, at svomnið varð tveir teinar. Vanliga teinin, har byrjað varð niðan fyri hjá Grønadamm yvir við Strond í Havn. Teinurin er 4.000 metrar til Nólsoyarbygd. Hin teinurin er 1000 metrar, har byrjað verður frá báti, ið liggur úti fyri bygdini.

 

Øll 8 sum byrjaðu at svimja vunnu um fjørðin.

 

Og ein svam stutta teinin.

 

1. Erling Eidesgaard 1.28.00

2. Evald Rasmussen 1.30.24

3. Eyðun Húsgarð 1.31.55

4. Sofus Foldbo 1.33.06

5. Erlendur Simonsen 1.42.50

6. Leivur Michelsen 1.43.20

7. Jens Bach 1.53.51

8. Randi Holm 1.54.30

 

Og Elin Olsen svam 1000 m - eingin tíð skrásett.