Erling heldur fram í Víkingi

Miðverjin hevur verið settur í samband við HB

Fyrr í dag bleiv greitt, at Bárður Jógvansson Hansen ikki kemur aftur til Víking, eftir útlegd í eitt hálvt ár í Fremad Amager. Hann hevur valt at skifta til NSÍ.

 

Ein annar spælari hevur eisini verið eitt ivamál í Víkingi. Tað er stinni miðverjin, Erling Jacobsen. Hann býr í Havn og tí hevur ljóðað, at HB er eftir honum.

 

Nú váttar Sámal Erik Hentze, venjari hjá Víkingi, at 26 ára gamli Erling Jacobsen heldur fram í felagnum komandi kappingarár.

 

- Avtalan er upp á pláss og hann heldur fram komandi ár, sigur Sámal Erik Hentze, venjari hjá Víkingi.

 

Víkingur hevur í ár fingið tilgongd av Adeshina Lawal frá ÍF, meðan Finnur Justinussen hevur gjørt sáttmála við Fremad Amager. Hann hevur bara spælt fáar minuttir við Víkingi í ár.