Ernestina: Eliseus hoyrdi framvegis rópini frá teimum druknandi

Eitt var sjálvsagt vanlukkan við Ernestinu. Eitt annað var, hvussu hetta kom at merkja bæði tey, sum mistu, og tey, sum komu burtur úr tí við lívinum. Tað er nokk so fitt av tilfari um tað, sum vit fara at hava í hesum og komandi partinum, sum verður tann seinasti í hesi røð

4. partur

Takkað verið Maud Heinesen er varðveitt frásøgn hjá einum av teimum, sm yvirlivdu Ernestinu. Maud var ein fróðarkvinna og vaks upp hjá fróðarfólki, nevniliga Lisu og Eliseus Jacobsen, sum var ættaður av Syðradali á Kalsoynni.
Lisa f. Toftegaard var fødd 1899 og doyði í 1992. Hon vaks fyrst upp í Mikldali og síðan í Lorvík.
Tað var hon, sum undir 1. ver­ald­arbardaga fekk hugskotið at reinsa motorar við landi. Teir vóru so dálkaðir, tí tá máttu teir brúka lýsi til brennievni. Hetta hugskot varð roynt av tí kenda maskinmanninum Andrias á Oyrabakka og tað riggaði! 80 ár seinni kom vísindin eftir drúgvar royndir til, at land veruliga reinsaði motorar!
Lisa bleiv trúlovað við Eliseusi av Syðradali, tá ið hon var um 20 ára gomul, men hon fekk so tuberklar og var sjúk í fleiri ár. Tískil giftust tey ikki fyrr enn í 1927. Fyrstu árini búðu tey á Syðradali inni hjá foreldrunum hjá Eliseus, Símun Paula og Julionnu.
Tey fingu eingi børn sjálvi, men tóku tvey til fosturs, Maud og Jógvan Tróndheim, sum vóru systkinabørn
Lisa var framúr at siga frá. Tað lá raðið fyri henni, og sera gott minni hevði hon. Hon dugdi væl at taka til. Í útvarpinum var hon fleiri ferðir, og mong eru tey orð og máliskur, Maud skrivaði upp eftir henni til orðasavnið á Føroyamálsdeildini. Sjálvt á gamalsaldrinum dugdi hon at siga frá ættarviðurskiftum langt aftur í 1800 talið og kundi nevna øll hesi ymisku fólkini við navni. Søgur, hon hevði hoyrt ella lisið sum barn og ung, kundi hon taka uppaftur orð fyri orð.
Eina svára hending vendi hon ofta aftur til. Tað var tá ið Ernestina forlisti á Suðurlandinum í 1930. Eliseus var millum teirra, sum komu heim aftur.
Maud fekk í 1976 fosturmammuna at tosa inn á band ymiskt, sum hon hevði upplivað. Heilt stutt áðrenn Maud gjørdist deyðiliga sjúk avráddu vit bæði at prenta hesa frásøgnina í FF-blaðnum. Hervið fekst eisini bjargað enn eitt íkast til søguna um Ernestinu, og geva vit orðið til Maud og Lisu, sum byrjar við at siga:

Ernestina var tað ringasta
Tað ringasta av øllum var, tá ið so Eliseus forlisti oman á tað heila. Eg var so glað, tá ið hann var heima, so leingi sum mamma hansara livdi. Men tá ið hon var deyð, tá er tað, hann fer yvir á Suðurlandið og forlissir (við Ernestinu) og kemur aftur sum eitt vrak.

Hvussu upplivdu tygum tað?
Tað var forferdiligt, tað kanst tú ætla. Vit vistu einki Eg kann ikki siga, at eg nakrantíð havi verið varskógvað við at hava sæð nakað ella hoyrt nakað, men eg havi verið plágað av dreymum gjøgnum alt mítt lív. Og soleiðis var tað tá eisini. Eg droymdi aðru náttina fyri, sum hetta her hendi, at vit bæði Eliseus skuldu fara heim til Húsar í kirkju. Eg veit ikki, hvussu eg var klødd, men eg helt hann vera so grúiliga fínan. Tá ið vit koma heim til tey fyrstu húsini á Húsum, nú stendur garðurin í einum veldigum blóma við reyðum rósum Eg sigi við hann: “Merkverdugt, sum gróðurin kemur tíðliga í ár”. Tá ið vit koma longur heim og skulu fara oman í kirkjuna, nú er hann vekk. Ein á rennur oman við kirkjuni, og eg fari út ímóti ánni. Nú rópar eitt: “Tú Lisa, um tú skalt redda tær træið, so krevur tú at gera tað tú kanst”. Eg hyggi runt um meg. Nú síggi eg, at áin leyp. Hon kemur brølandi omaneftir. Eg bori føturnar niður í sandin og kasti meg út eftir einum træi, sum kemur rullandi í ánni. Eg fekk tað inn soleiðis við tveimum fingrum.. Eg taki stammuna upp, og eg sigi við meg sjálva: “Ja, træið havi eg fingið, men tað er eisini so bert, so bert, ikki eitt blað á tí.” Eg skal siga tær tað, at tá ið eg vaknaði, reistust hárini á høvdinum á mær. Eg visti ikki, hvat tað var, hvørki so ella so. Og annan dagin eftir, nú frætta vit um forlissið.

Hvussu frættu tit tað?
Armgaard, kona Dáva í Gerðum ringdi yvir og segði, at hon hevði fingið telegramm, at Ernestina var forlist, og teir vóru 9 av 26, sum vóru deyðir, men Eliseus livdi enn. Hon visti ikki, hvussu tað bleiv.

Vistu tey, hvørjir livdi eftir?
Teir vistu, hvørjir vóru deyðir tá. So fekk eg aftur telefonboð seinni um dagin. Armgaard sigur, at nú er ein maður deyður afturat. “Og Gud viti, hvussu hinir mugu hava tað. Eg skal royna at fáa tær boð. Um nøkur góð boð eru, skal eg royna at ringja tey til tín.” Morgunin eftir, tá ið eg var uppi, veitst tú, eg hevði einki sovið hesa náttina, sigur gamli Símun Pauli, pápi Eliseus, at hann vildi ikki hopa Eliseus doyði, og at Várharra skuldi vera so óbarmhjertigur at lata seg liva og taka hann úr húsinum. Tú veitst, hvussu menniskjan er. Eg sigi, at ”tað má vera, sum Gud vil. Vit eru í hansara hondum, og hann ger við okkum, sum hann vil.”
Nú kemur Lena við einum tele­grammi til mín. Eg sigi: “Lena, nú eri eg so ússalig, eg havi einki sovið í nátt. Tygum fara ikki út frá mær, fyrrenn eg havi lisið telegrammið”. “Jú,” sigur hon, “hetta telegrammið kanst tú lesa í frið, tí tað hevur eingi ring boð.” Nú er tað Eliseus sjálvur, sum telegraferar: “Eg havi tað gott eftir umstøðunum, men hvussu hava tit tað? Svarið!” Tá vóru teir komnir til Reykjavíkar. Armgaard segði, at teir skuldu koma heim við Dronningini. Teir høvdu biðið hana sett inn í Kalsoyarfirði, so menninir kundu koma hendavegin. Tá er tað Armgaard sigur: “Nú mást tú royna at taka teg saman og koma inn, so vit kunnu taka ímóti teimum, tá ið teir koma, tí tú veitst, hvussu illa teir eru komnir”.
Eg skal siga tær tað, at tá ið eg sá hann tað kvøldið, teir komu at landi, tá kom hetta træið fram fyri meg. Hann sjálvur var komin, men hann var ikki í einum klodda av tí, sum eg hevði givið honum, ikki einum einasta einum. Alt var nýtt, sum hann var í, so stammuna hevði eg fingið, men heldur einki annað.
Men tú trýrt ikki, hvussu langt niðri hann var í langar, langar tíðir. Hann svav ikki og át ikki. Nýra og alt var fyrigingið. Og tað eri eg klár yvir, at nýrað er blivið sjúkt tá. Tað hevur verið kroyst upp á eitt ella annað umráði. Hann segði eisini altíð, at beinið var stívt og fylgdi ikki við, tí hann hevði ligið undir bátinum. Teir fingu ein sjógv, og báturin holvdist út yvir fleiri, og hann var ein av teimum. Tað var redningsbáturin, teir høvdu við. Teir skuldu royna at draga hann fram ímóti gronini. Ein fylling kom, og hann holvdist út yvir teir og brotnaði sundur. Hann segði, at tveir tjørnuvíkingar, pápi og sonur, fórust báðir, doyðu upp á staðið. Ein úr Kunoy, sum æt Rasmus, hann bløddi bæði gjøgnum nøs og munn og allastaðni, so forsvann hann. Teir vistu ikki, hvussu hann fór. Tá hevur Eliseus fingið ein stoyt, tí hann segði, at tað var sum alt doyði. Altíð var hann ísakaldur sum gler, og tað var allan vegin ígjøgnum heilt upp undir herðarnar.

Tosaði hann nakað um tað í fyrstani?
At begynna við segði hann einki, bað meg vælsignaðan ikki snakka við seg. Hann hoyrdi skríggini frá teimum enn, hoyrdi neyðarrópini. Hann segði, at hann mátti siga, tað var ofta soleiðis, at tá ið ein tagnaði, doyði, vóru teir glaðir yvir, at so hoyrdu teir ikki tað skríggið. So tú kanst ætla, tað hevur verið ein forferdilig neyð, teir hava verið í. Tað var so leingi, góða, frá klokkan tíggju um kvøldið. Ikki komu teir til fólk fyrrenn klokkan tvey dagin eftir við ongum bita og ongum nøkrum. Ísakaldir! Og so komu teir enntá til køld hús og eingi klæðir. Men tað er, sum langabbi tín segði: “Menniskjan kann útstanda nógv, áðrenn tað doyr”.

Einastandandi frásøgn
Henda frásøgnin er enn ein nem­andi frásøgn um ta ræðuligu støðu manningin á Ernestinu var í. Men hon er eisini ein framúr frá­søgn um, hvussu tey heima upplivdu hetta. Tí er hetta enn eitt íkast til lagnusøguna hjá føroyska fiskimanninum.

Báðar arbeiðsgenturnar hjá Gudrun Zacharias­sen høvdu drong við Ernestinu
Í Jólaboð hevur í fleiri ár verið ein frásøgn hjá Gudrun Zachariassen, sum var gift við amtslæknanum Jógvan Zachariassen. Hon greiðir frá mongum áhugaverdum eisini syrgiligum hendingum. Hon kom so eisini at uppliva hendingina við Ernestinu á ein serligan hátt. Eftir at hava greitt frá eini aðrari vanlukku skrivar hon í Jólaboð 2007:
Enn ræðuligari var kortini, tá ið boðini komu, at Ernestina var burturgingin. Tann vakra franska skonnartin, ið fá ár frammanundan, sum tað fyrsta skipið av tí slagnum, var komin á Klaksvík. Vit minnast ta vøkru sjónina, tá ið hon á veg á Klaksvík fór um Klakkin. Tað var veruliga ikki til at skilja. Hon var í stormi og óveðri strandað á Íslands klettum, og menn, sum vit øll kendu, vóru deyðir har uppi. Nakrir vóru bjargaðir í land. Ein av teimum bestu svimjarum svam í land við eini línu, sum teir høvdu fest í eina mastur og eftir línuni eydnaðis teimum at koma í land, meðan hinir, ið høvdu komið sær uppá lúnningina, frystu so við og við í hel ella duttu í havið.
Tigandi og djúpt hugsunarsom gjørdust fólk, tá ið tey fingu boðini. Øll kendu álvarsemið at vera løgd undir eitt sterkari vald, eina lagnu tey ikki fingu steðgað. Vanlukkan rakti eisini okkara heim. Dreingirnir hjá báðum teimum ungu gentunum, sum arbeiddu hjá okkum, vóru við. Annar var millum teir bjargaðu, hin doyði har. Tað vóru ring boð at bera henni, sum misti. Men vit kundu ikki broyta lagnuna, tað mátti verða sagt henni. Á, sum eg fegin vildi havt tikið hana inn at mær og borið henni eitt troystarorð. Men orð míni gjørdust fátæk og óhjálpin at síggja hana, sum annars var so fitt og glað, at fáa eina so harða og miskunnarleysa lagnu.
Dreinginir vóru Erik Lassen, sum bjargaðist, og Karl Joensen, í Gerðum, sum gjørdist 22 ára gamal.
Erik Lassen giftist í 1932 við Johonnu Sofíu, og tey fingu eitt langt lív saman. Hin gentan, Andrea, giftist seinni við Símun Dávur Kalsø, sum var ein kendur skipari av Syðradali í Kalsoynni. Andrea var dóttir Jógvan Segl. Hon var fødd í 1907 og doyði longu í 1962.
Her kann verða skoytt uppí, at Erik Lassen greiddi frá í fyrsta partinum, at tá ið hann kom til Reykjavíkar aftaná forlissið, helt hann til hjá eini grannakonu úr Klaksvík, sum búði í Reykjavík. Hetta var Maria f. Petersen, dóttir Johannu og Petur Samuelsen, bakari, ættaður úr Horni í Havn. Maria giftist til Reykjavíkar við Trausti Olafsson, sum var professari við Háskóla Íslands.
Dóttir teirra Ása giftist til Før­oya við Finn Winther. Hon er fødd í 1922 og minnist hetta væl. Tað komu fleiri av manningini á Ernestinu heim til teirra, og serliga minnist hon teir práta um Jógvan Thomassen, sum doyði á landi. Ása greiðir somuleiðis frá, at tað eisini í aðrar mátar ofta komu føroyingar heim til teirra.

Hildu um hvønn
annan inni hjá Ziska
Ìsak Justinussen úr Árnafirði var við Ernestinu og yvirlivdi. Á samkomuni í Reykjavík í 2000 greiddi Torleif, sonur Ísak, frá barnaminnum, sum kundu setast í samband við hesa hending. Eina ferð sum smádrongur var hann saman við pápa sínum í Klaksvík í grind. Teir fóru inn til Ziska. Tá ið Torleif einaferð hyggur inn í stovuna, undrast hann yvir at síggja fýra mans sita og halda um hvønn annnan sitandi púra kúrrir og hyggja fram fyri seg. Tá vóru tað skipsfelagar frá Ernestine, sum sótu og mintust hesa lagnustundina.
Pápi Torleif fortaldi eisini eitt ítøkiligt dømi um sannleikan av orðatakinum “knívleysur er lív­leysur”. Teir hingu fleiri av mann­ingini uppi í mastrini, har seglið framvegis var uppi. Men so nógv stóð á mastrini orsakað av tí nógva vindinum, at teir ivaðust ikki í, at fingu teir ikki kvett línuna, sum helt seglinum uppi, so fór øll masturin og fleiri mans við henni. Men hetta eydnaðist so at kvetta línuna, tí onkur hevði knív uppi á sær.
Torleif greiddi eisini frá hinum árnfirðinginum, Kristoffuri Olsen. Hann fór aftur við Skálanesi við sama skipara fyrsta árið hjá skipinum. Men tá gavst hann at sigla og fór at rógva út. Hann vildi nevniliga ikki fara so langt frá landi, at hann ikki sá land. Tí vildi hann ikki fara við ferðamannaskipi av landinum. Soleiðis ávirkaði henda hending hann.
Thorleif er giftur við Nicolinu f. Lassen úr Vági. Hon er eisini ein partur av lagnusøguni hjá fiskimonnum.
Nicolina var nevniliga júst borin i heim, tá ið hon misti pápan Niklas og pápabeiggjan Niels við Lauru, sum í 1932 gekk burtur samstundis sum Immanuel.
Nicolina varð doypt 27. mai og varð uppkallað eftir pápanum. Niklas hevði grundað fyri húsum, men so stórt var hjálpsemið, at menn í bygdini sjálvbodnir smíðaðu henni húsini liðug.

Íslendsk frágreiðing
Í Íslandi eru teir so óførir at skriva søgu. Teir skriva eisini um tær mongu skipavanlukkurnar, sum eru hendar undir Íslandi, eisini um tær føroysku.
Íslendski høvundurin Stein J. Luðvíksson hevur skrivað um vanlukkuna við Ernestinu. Nógv av tí er tað sama, sum vit longu hava greitt frá. Okkurt er eisini sum ikki samsvarar við føroysku heimildirnar og tí neyvan er rætt.
Sagt verður, at á fyrsta túrinum hetta árið vóru 25 mans við, men á hesum túrinum vóru teir 26. Ein pápi hevði fingið loyvi til at taka sín unga son við treytað av, at teir høvdu somu koyggju. Tað fyrsta er neyvan rætt, at Ernestina var á øðrum túrinum á árinum. Men at tað vóru tveir mans um eina koyggju kann saktans vera rætt. Hetta var vanligt tá. Tað skilst á greinini, at her er talan um feðgarnir úr Tjørnuvík.
Greitt verður frá, at Ernestina hevði fleiri ferðir trupulleikar við motorinum. Eisini á veg til Íslands hendan túrin., tá motorurin fór at ganga ójavnt. Menn gjørdust varir við, at oljan var skitin. Maskinmaðurin, Poul Joensen, helt, at motorurin fór skjótt at brenna allan skittin av sær. Hetta vísti seg at vera rætt, tí eftir, at teir vóru farnir at fiska, hevði einki ólag verið á motorinum, sjálvt um teir ofta høvdu brúkt hann. Motorurin var jú ikki brúktur alla tíðina.

Dávur í Gerðum var undangongumaður
Her skal verða greitt eitt sindur frá skiparanum Dáva í Gerðum. Keldan er minningarorð í Norðlýsinum.
Dávur var føddur 28. oktober 1889, sonur Ólavur í Gerðum, Óli klokkari nevndur, bóndasonur í Niðristovu. Móðir hansara var Elsa, fødd Heinesen, ættað av Toftum í Eysturoy. Dávur vaks upp í teirri tíðini, tá broytingar vóru at síggja í vinnulívi og samfelagsskipan føroyinga.
Tað vísti seg tíðliga, at hugur hansara var til havið. Borðoyavíkin var fyrsti leikvøllur hansara á sjógvi, og legði hon støði undir framtíðararbeiði hansara.
15 ára gamal fór Dávur til skips við sluppini Thorshavn, sum Jákup á Eiðinum førdi. Teir ið mintust Dáva, tá hann fyrstu ferð stóð á skipsdekki søgdu, at hann beinanvegin visti, at hann var borin til hetta starv.
Áræði, veiðuhugur og skynsemi vóru longu tá sjónsk sum aðaleyðkenni í skaplyndi hansara.
17 ára gamal fór hann til Íslands at rógva út við motorbátinum Ólavur Jarnheysur. Ferðin til Íslands kom at vera ein av teimum ringastu, men á hesi ferðini fekk Dávur høvi til at sýna bæði dugnaskap og dirvi.
21 ára gamal fór Dávur á skiparaskúla hjá Jens í Dali. 22 ára gamal gjørdist hann bestimaður hjá Kristoffur á Hædd, sum tá í mong ár hevði ført Riddaran, ið hoyrdi heima á Tvøroyri.
Væl búgvin til skiparastarvið gjørdist Dávur íognari og skipari á sluppini Solo deo Gloria, ið hann fekk til landa saman við bróður sínum J.F.Kjølbro. Dávur var av hepnastu monnum at fáa fisk og mangt árið mundi hann vera fiskikongur, sum til verður tikið. Í nevnda felagsskapi millum hesar brøður verður grundarsteinurin lagdur til eitt virki, sum kom at skriva søgu í vinnulívinum í heimbygd teirra, ja, í landsins vinnulívi. Dávur var undangongumaður. Hann var millum teir fyrstu her á landi, sum, tá ið grønlandsfiskiskapurin tók seg upp, gjørdi álvara av at fáa størri skip, enn tey vit higartil høvdu verið hjálpnir við. Tí keypti hann – alsamt saman við bróður sínum – Ernestinu og seinri lata hann Skálanes byggja í Fraklandi.
Dávur var spaklyntur maður við fáum orðum, men komst tú á tal við hann, merkti tú skjótt, at hann var álvarsmaður við stálsettum vilja. Hann var maður, sum visti av egnum royndum, at havið veldir sorgir og gleði. Honum var lurtað eftir av monnum.
Ikki skal verða gloymt her, at Dávur var gudsóttandi maður við sterkari gudstrúgv. Tað var tað, ið bar honum uppi bæði í góðum og ringum tíðum. Tað var í hesi trúgv, at hann nú eftir langa og svára sjúkralegu slóknaði bert 62 ára gamal.
Dávur fór altíð tíðliga at búgva skip sítt til várveiðu, og nettup um tað mundið, hann hevði byrjað at gera seg til, fór hann fyri síðstu ferð frá heimi sínum, konu og børnum.
Dávur doyði 22. januar 1952. Tað kann verða skoytt uppí hesi minningarorð, at Dávur átti eisini John Bull saman við beiggjanum Kjølbro.
Skálanes høvdu teir hjá Dáva fram til 1961, tá ið eldur kom í hana og hon sakk í Grønlandi. Fyri tryggingarendurgjaldið keypti teir Dávavirkið, sum í nógv ár hevði stóran týdning fyri virksemið í Klaksvík.

Aftur á slóðina
Í august í 2000 skipaðu eftirkomarar hjá Ziska Jacobsen fyri ein ferð til plássið í Íslandi, har Ernestina fór á land. Ferðin kom tískil at falla saman við, at tað vóru liðin 70 ár, síðani vanlukkan hendi, eins og tað tá vóru 100 ár síðan Ziska var føddur. Við í ferðalagnum vóru 57 fólk, og vóru tey nærum øll eftirkomarar við makum hjá teimum, sum vóru við “Ernestinu.” Umfram hetta vóru íslendskir hjálparar, sum høvdu verið við til at leggja ferðina til rættis.
Farið varð fyrst í gamla kirkju­garð í Reykjavík at vitja tær før­­oysku fiskimannagravirnar har. Her liggja manningarnar á Onnu og Acorn. Aftaná var farið í Fossvogkirkjugarðin, har tað er eitt serligt minnismerki fyri allar teir sjómenn, sum eru farnir undir Íslandi gjøgnum tíðirnar. Tað sigst, at har eru 3000 nøvn skrásett.

Út á Bjarnuvíkurberg
Síðan varð farið til Tórleifshøfn, har arbeiðara- og sjómannafelagið á staðnum bjóðaði ein bita.
Formaðurin í hesum felag, Thordur Olafson, var við til at skipa fyri ferðini út á Bjarnvíkurberg, har Ernestine fór á land. Koyrt var so langt við bussinum sum slapst, men síðsta teinin mátti farast við jeepum. Summi gingu ein part ella allan tann teinin, sum gingið varð í 1930 undir nógv verri umstøðnum.
Ferðaleiðari út á bergið var Tór­arinn Snorrason, sum er abba­sonur “hreppstjóran” (sýslu­mannin), sum tá var. Hann kundi heilt nágreiniliga vísa á, hvar hesar hendingar fóru fram í 1930.

Minningarhald á berginum
Úti á berginum varð hildin ein minningarløta. Fyrst varð sungin sangurin “Hvør veit at siga tíð ella stund,” hjá Jógvan Thomasen. Greitt varð frá hesum sangi í seinasta parti.
Síðan bað alt fólkið í felag Faðir Vár. Aftaná blakaði Jákup Ziskason, sonur Ziska Jacobsen, ein krans á sjógv til minnis um teir, sum ikki komu aftur á lívi. Síðan var sungin sangurin: “So kenslusom hendan løtan er,” sum var yrktur til hetta høvið av Bettu í Dalinum, sum er gift við abbasoni Ziska Jacobsen. Heimafturkomin av berginum var hildin ein onnur minningarløta í Stranda kirkju, sum er beint við bóndagarðin, har manningin vann upp hús. Líkini vóru løgd í hesa kirkju, til tey kundu flytast víðari til Reykjavíkar.
Her var fyrst sungin sangurin “Takk harri fyri hendan dag,” sum er yrktur av Jóan Magnus Høgnesen, ið var bestimaður við Ernestine, og sum var ein av teimum, sum ikki kom aftur á lívi. Hesin sangur verður endurgivin í komandi parti
Petur Nolsøe úr Kaldbak, sum tá arbeiddi á sjómansheiminum Ørkin, hevði eitt orð og las upp nøvnini á teimum, sum fórust.
Seinast varð sungin sangurin “Den store hvide flok vi se,” sum eisini varð sungin, tá ið Drotningin á sinni kom á Klaksvík við bæði livandi og deyðum.

Samkoma á Ørkini
Síðan var farið aftur til Reykja­víkar, og her bjóðaði Føroya Fiski­mannafelag øllum til eina samkomu við døgurða á sjómansheiminum Ørkini. Út við 70 fólk mundu vera til staðar.
Her vóru eisini røður hildnar, eisini av avvarðandi at teimum, sum vóru við Ernestine. Millum hesi vóru Torleif Justinussen og Hervør Djurhhuus, hvørs frásagnir eru endurgivnar í hesum og seinasta partinum. Hervør endaði sína frásøgn við at siga, at “tað er mær ein gleði at vera við til hesa hátíðarløtu, sum eg kenni meg at vera ein part av. Tøkk fái tit ið fingu hetta í lag, teimum ið fóru til æru og okkum sjálvum til spekt og sóma.”
Soleiðis mundu øll kenna tað.
Palli Ziskason greiddi frá, at hann saman við systkinabarninum Per Jacobsen, báðir abbasynur Ziska, í fleiri ár høvdu tosað um at fáa eina slíka ferð í lag. Men eftir væleydnaða tiltakið, sum FF skipaði fyri árið frammanundan í samband við vanlukkurnar við Onnu og Acorn, vóru teir farnir í holt við at seta ætlanina í verk.
Palli takkaði teimum, sum høvdu hjálpt til at fyrireika tiltakið og ikki minst teimum í Íslandi, sum høvdu gjørt ein stóran part av tí praktiska arbeiðinum.
Oskar Vigfusson hevði eisini orðið. Hann var í nógv ár formaður i Sjómannasambandi Íslands. Hann hevði tí eisini nógv samband við Føroya Fiskimannafelag. Oskar var rættuligur føroyavinur og var eisini giftur við føroyskari konu, Nikolinu, ættað úr Sumba. Hann doyði í 2006.
Oskar hevði saman við sjó­mannasambandinum gjørt eitt stórt arbeiði at fyririeika hetta tiltak og eisini tiltakið í 1999. Alt hevði eisini riggað uppá tað besta.
Oskar tosaði eisini um um tað góða samstarv hann hevði havt við Føroya Fiskimannafelag og ikki minst formannin, sum tá var.

Sum at hava verið við til jarðarferðina
FF-blaðið skrivaði um hesa ferð­ina, at tað var semja millum allar luttakararnar um, at hetta tiltakið var sera væl eydnað. Fiski­mannafelagið var fegið um at hava kunnað medvirka til, at luttakararnir høvdu havt ein dag, sum teir komu at minnast fyri tað góða. Vit mettu tað sjálvsagt hava týdning, at tey avvarðandi kundu hava møguleika fyri at markera ein hending, sum hevur so djúpar røtur hjá teimum.
Fleiri teirra, sum vóru við bæði í 2000 og 1999, og sum mistu pápan, mintust sum so lítið til hesar hendingar. Men tey góvu til kennar, at tey nú mestsum føldu seg hava verið við til jarðarferðina hjá honum, tey mistu.. Tey kundu nú sleppa av við tí sakni, sum tey høvdu følt við ongantíð at hava kunnað tikið avskeð við pápan.
Felagið metti tá tað eisini hava týdning at kunna landsmenn okkara um tey kor, sum okkara forfedrar máttu stríða seg ígjøgnum. Og vit vildu eisini vera við til at minnast bæði teir sum hóraðu undan og teir, sum ikki gjørdu tað, við at lýsa hesa søguna so væl, sum hetta letur seg gera.

Yrking um Ernestinu
Slíkar hendingar førdu eisini mangan til, at yrkt varð um tær. Ein slíkur yrkjari var Jákup í Jógvanstovu úr Lorvík, sum gjørdi hesa yrkingina:

Og tú Ernestina, har staðið tú fór,
ódnin teg bardi við brotum í sor.
Nakrir sóu Føroyar aftur,
tó gjaldið var svárt, so dýrur ein skattur!

So reystur maður sagt er mær frá,
í havið leyp Ziska, tá mest stóð á;
væl bant hann togið um stóran stein,
evsta bjarging tað var fyri teir!


Tann djarvi maður hann gjørdi seg til.
Í havið loyp Ziska! Eg royna tað vil.
Hann surraði togið um Íslands fjørustein,
einasta lívsvón tað var fyri teir!

Um høga bakkan teir klintraðu har,
tað bragdið var gjørt við togenda nær,
á land komu menn av Ziskasa ávum,
ein útstýrdur maður við gudgivnum gávum!