William Heinesen hevur fleiri ferðir sagt frá, hvussu nær yngri beiggin Heini stóð honum. Meðan William búði í Danmark setti pápin Heina í skraddaralæru, har hann sambært eldra beiggjan einki hevði at gera, tí hann var útimaður burturav. Tískil tók William hann úr læruni, og eitt skifti búðu teir saman. Nítjan ára gamal fór Heini til Vancouver í Kanada og arbeiddi sum skóghøggari. Í einari arbeiðslegu fekk hann tyfus, bleiv frískur aftur, men fekk síðani tuberklar og doyði eftir stuttari tíð.
Í fyrstu søguni í ?Gamaliels Besættelse? frá 1960 eitur høvuðspersónurin Leo, er 19 ár gamal og frá Hebridunum. Hann er skóghøggari, hevur akkurát verið álvarsliga sjúkur av tyfus, og lesarin hittir hann á einum kamari í Vancouver, dagin fyri hann ætlar sær aftur í skóghøggaraleguna.
»Det fortryllede Lys« endaði við søguni um Lin Po, sum varð dømdur at liva sítt lív umaftur - og var lukkuligur. Í ?Sjælen?, soleiðis eitur fyrsta søgan í øðrum savninum, følir Leo seg endurføddan, tí hann hevur verið hjá deyðanum og er komin aftur: »Det var så underligt at leve i tiden efter den yderste tid«.
Leo stendur at bresta av lívshugi og lívsmegi, og hann sigur seg elska alla verðina, men serstakliga gentuna Polonu, sum hann kvøldið fyri hevur møtt á einum vertshúsi. Hon minnir hann um Mammie, hevur tey somu gráu eyguni sum tann deyða mamman, og hann letur allar sínar kenslur og sín longsul floyma út yvir Polonu. Og hóast hennara lív í stóran mun hevur verið ein sorgarleikur, gert hon tann góða kvinnan, og fundurin teirra millum er reinur og skærur.
Næsta morgun er Polona horvin, og tað sortnar fyri eygunum á Leo, men bara eitt stutt bil, so er tað av. Leo er ungur, og framtíðin bíðar.
Tað er lítil ivi um, at íblástur til søguna stavar frá lagnuni hjá beiggjanum, og at høvundurin ímyndar sær, hvussu teir seinastu dagarnar hjá honum kunnu hava verið. Men harumframt er søgan í sjálvum sær ein sterk mynd av, hvussu ungdómur og kærleiki møtast, líkamikið hvussu um-støðurnar eru.
Pygmalion
Í skaldskapinum hjá Williami Heinesen eru nøvnini á persónum aldrin tilvildarlig, og tá ið tann ungi, danski læknin í søguni ?Atalanta? eitur Ribolt, fara ávaringarklokkurnar í gongd. Í fólkavísuni ?Ribold og Guldborg? trýstir Ribold sín egna kærleika ígjøgnum, og úrslitið er vanlagna og deyði.
Tá ið mamma ta vanrøktu Atalantu doyr, fær Ribolt lækni yvirtalað húshaldskonuna, at tey skulu taka sær av gentuni og gera hana til fólk. Atalanta er nítjan ára gomul, men vegna uppvøksturin er hon sálarliga lítið búgvin. Í fyrstani er nógv stríð av gentuni, men sum frá líður fer hon at ganga húshaldskonuni til handa - og hon verður fullkomiliga burturi í Ribolt lækna.
Ribolt, hvørs kona og dóttir á sumri skulu koma úr Danmark, er fólkavinur og góðvarin. Hann skeldar inn á embætismenninar, at teir ikki gera nokk at basa drykkiskapinum, og hann ivast ikki í, at konan fer at dáma ta ungu gentuna. Sjálvt tá ið húshaldskonan fortelur, at slaturin gongur um hann og Atalantu, slær hann alt upp í glens, men á nátt ger Atalanta vart við seg í huganum á honum. Næsta morgun fær hann sær kalt brúsibað.
Ribolt er modernaður, lesur bløð og bøkur, harímillum tann víðgongda liberalistin Herbert Spencer. Tað er hann við orðingini survival of the fittest. Tann sosialt sinnaði Ribolt er ímóti Spencer, og sigur seg ikki vera í iva um, at tað ber til at hevja fólk upp úr óhumskuni, at eingin frammanundan er dømdur at liva sítt lív har.
So kemur doktarafrúan. Snøgg, væl ílatin og hon sær hvørki húshaldskonuna ella Atalantu: »Det så ud som om hun havde smilet uafbrudt på hele den lange rejse og nu var lidt træt i mundvigene og kold om de store, flotte fortænder«. Ribolt er hjartagóður, men eingin menniskjakennari. Atalanta gert nú vís í, at henni er tap í hendi, og hon druknar seg.
Sum ein Pygmalion hevur Ribolt lækni skapað Atalantu, men meðan tað í Pygmalions føri snúði seg um eina standmynd, sum Afrodita gjørdi livandi, so er Atalanta eitt menniskja við dreymum og kenslum. Og tað er ikki at spæla við.
Jólaevangeliið
Í »Jomfrufødselen« verða lív og deyði sum ikki einaferð sett upp ímóti hvørjum øðrum. Hvussu hárfínur munurin kann vera, gert greitt á fyrstu síðu. Ávegis úr Íslandi til Danmark upp undir jólini 1919 ber damparin Botnia við eina rekaminu, og útkiksmaðurin heldur, at evsta løtan er komin, men einki hendir:
»Skibet stævnede roligt videre og bølgerne skød lystige lyn i den klare sol. Han tænkte, at det ville de have gjort ganske på samme måde om skibet var gået ned, solen ville have skinnet videre og verden gået sin gang«. So hava vit fingið perspektivið.
Hann øtlar veðrið, og skjótt eru at kalla eingi ferðafólk uppi. Bara í salongini hava tríggir íslendingar og ein føroyingur skorað seg fastar og sita og drekka og syngja. Teir eru Helgason lækni, Balthazar urmakari - prestasonur og sjálvur prestlærdur, men hann hevur vent kristidóminum bakið, tí hann metir hann ómoralskan - tann gitni yrkjarin Einar Benediktsson og Gregersen, sum er maskinmeistari og føroyingur. Gregersen er fráhaldsmaður, men kvøður kortini »Geipatátt« sum sítt íkast, meðan íslendingarnir halda seg til passiónssálmarnar eftir Hallgrím Pétursson, og eina av teimum veldugu nýromantisku yrkingunum hjá Einari Benediktssoni.
Í neðra vísir tað seg, at tann seytjan ára gamla kahútsjomfrúin Maria er komin at eiga, og Helgason lækni má jólanátt vera burðarhjálpari. Jomfrúgvin, sum hjálpir Mariu eitur Frú Davidsen, tann religiøsi kokkurin Josef, Balthazar hava vit nevnt, og eftir føðingina verður luktilsi brent, og ein skibsdrongur fer at hugsa um »gull, roykilsi og myrru«. Her eru allar árar lagdar út at fáa fram parallellar til gleðiboðskapin í Nýggja Testamenti, um somu tíð sum umhvørvið er fullkomiliga verðsligt. Øðrvísi var tað jú heldur ikki fyri Jesus.
Men William Heinesen steðgar ikki her. Skiparin, sum altíð smílist, og aldrin tykist at leggja seg út í nakað, eitur Thygesen, sum kemur av Tóri, tvs. hann er gud uppi á brúnni. Stýrimaðurin eitur Strange og er sum ein høvuðseingil eftir kokkinum, tá ið hann gert ólátaður. Undir illveðrinum verða teir fýra uppi í salongini umtalaðir sum teir fýra reiðmenninir, og Opinberingin kemur fram fyri lesaran. Balthazar er feigur, Einar Benediktsson er tann sigurssæli, Helgason lækni ger mun ímillum lív og deyða, og maskinurnar hjá Gregersen kunnu umboða tann mátt, sum undir fyrra veraldarbardaga legði partar av Europa í oyði.
Ansast skal eftir, hvussu langt tú fert eftir hesi leið, men tað er lítil ivi um, at høvundurin hevur skemtað sær óført. Aftrat hesum kanst tú so leggja miðaldarmyndina av mannaættini sum eitt skip, sum stevnir út í tíðina. (Christian Matras brúkar somu mynd í yrkingini »Viðoy«).
18 í skugganum
Eins og nógvar aðrar av søgunum hjá Williami Heinesen verður eisini »Gamaliels Besættelse« tíðarfest: »Handlingen udspiller sig år 1906, det historiske år da telegrafkablet under megen højtidelighed bragtes i land i Thorshavn og indledte en ny epoke i Færøernes umådelig sejglivede og den dag i dag stadig vildt og anakronistisk blomstrende middelalder«. Í 1906 blivu eisini teir fyrstu politisku flokkarnir stovnaðir, og tað bleiv samtykt at hava atkvøðugreiðslu um brennivínslóggávuna. Sanniliga eitt ár, sum boðaði frá stórum broytingum í føroyska samfelagnum.
Gamaliel, eyknevndur Potifutt ella Einglabarnið, er umsjónarmaður í Rømers Handli. Hann er um tríati ára aldur, og medferðin fær fólk at hugsa um smáfuglar, sum kunnu at standa stillir í luftini. Í greinini um »Det fortryllede Lys« varð nevnt, at William Heinesen stundum letur týdningar glíða frá samanburði til veruleika. Soleiðis er eisini her. Frá at fólk koma í tankar um fugl, tá ið tey síggja Gamaliel, so verður hann meira enn einaferð umrøddur sum ein fuglur: »han flagrede hid og did dagen lang og stod stille i luften her og der«.
Fríggjadagin trettanda juli er sovorðin hiti, at eingin veit um slíkt. Luftin er elektrisk, og Gamaliel heldur seg fáa fyriboðan um, at alt ikki ruggar rætt. Við ringum tannabiti hevur hann verið uppi í at fáa ta uppreistrarhugaðu Klokkara-Nannu koyrda, og nú fryktar hann avleiðingarnar, tí mamma hennara, nevnd Gurra, sigst at hava duldar gávur.
Við hús er alt av lagi: kúgvin er blivin óð, seyðirnir veltast á vøllinum og konan Sexa - hon eitur Sexagesima eftir sunnudegnum - situr og grætur. Sexa er annars vakrasta kvinna í Havnini og trúgv sum trøllið, hóast nógvir mans liggja framvið, og Gamaliel lítið dugir at virða hana.
At enda fer toran at ganga og við henni Gamaliel, og bæði himmal og fold og Gamaliel og Sexa hava samlegu. Tað er bara tað, at Gamaliel heldur seg vera saman við Nannu, og tá ið leikur er av, skeitir hann og er undarliga fjarur. Dagin eftir er alt kortini sum fyrr, og Gamaliel letur seg í stásklæðini at taka ímóti telegrafkaðalinum.
Maðurin, sum dagin fyri var sum gandaður í miðaldarligari sjálvdiabolisering, fer nú sum einki var hent at taka ímóti tí nýggju tíðini. Miðøld og modernitetur taka saman hendur.
Úr heimsins nalva
til kongsins bý
Tær fýra nevndu søgurnar mynda fyrsta part av savninum, meðan annar partur er settur saman av endurminningarstubbum av tí slagnum, sum eru so eyðkendir fyri skrivingina hjá Williami Heinesen. Inngangurin til fyrsta stubban hevur mangan verið á lofti: »Som jeg så ofte tidligere har hævdet, måske dog ikke ofte og overbevisende nok, idet der stadig synes at være mennesker, der stiller sig skeptiske, lader verdens absolutte midtpesarin kann sjálvur vissa seg um, at pástandurin er sannur, tí leivdirnar av talvunum, sum Móses knústi, liggja har enn.
?Min romantiske bedstemoder? fortelur um donsku ommuna, sum var musikalsk og at kalla alt sítt lív í huganum var alla aðrastaðni enn í Føroyum. Samstundis megnaði hon, tá ið maðurin knappliga doyði, at lívbjarga sær og børnunum við at undirvísa í klaverspæli. Teir góðu viðburðirnir í ævintýrunum hjá brøðrunum Grimm fara fram hjá ommuni, meðan teir óhugnaliga leggja eftir dronginum heima hjá foreldrunum. (Kanska hevur Freud sína hugsan um hetta?)
Tann føroyski parturin av familjuni verður umrøddur í »Tindholmen«, har lesarin sleppur við vestur í Vágarnar og ein túr út í Tindhólm. Í »Dokken« liggur ferðin av landi og út í heim. Krígsár eru, og vandin frá rekaminum ikki eingin, men tann sekstan ára gamli vil uppliva verðina. Í mjørka, myrkri og royktámi liggur hann tveir dagar í dokkini í Leith, og upplivingin setur mark ímillum fortíð og framtíð.
Framtíðina fer hann av álvara undir í ?Goddag til København?, har tað mest undranarverda í fyrstani er, at øll tosa danskt líkasum omman. Tann ungi verðinsmaðurin skal ganga á handilsskúla, men tað hevur hann als ikki bindindi til, tá ið tað er so nógv annað at takast við. Endin er, at hann verður biðin um at kvitta skúlan, tí hann máar støðið undan moralinum. Frásøgnin er sett í mun til tann musikk, sum var uppi í tíðini, og høvundurin sigur seg enduruppliva ungdómsdagarnar í Keypmannahavn, bara hann hoyrir okkurt av hesum løgum.
»Dansen på Lossejagten« er dagfest november 1948 og er ein dyonysisk føðingardagsheilsan til vinmannin Otto Gelsted og samtíðis ein fullfíggjan av endurminningarpartinum. Burtur úr frásøgnini um whisky, tónleik og dans fær lesarin eina humoristiska mynd av, hvussu leikur er farin. Hvussu stóran týdning barna- og unglingaárini hava, somuleiðis musikkur, og at tað er av samkenslu við menniskjanum, at frásøgumaðurin er vinstrahallur. Tað er umráðandi, at royndirnar stýra teoriunum og ikki øvut.
Aldingarðurin
Søgan »Den gale Mands Have« er í tóna og frásøguhátti ikki ólík »Det vingede mørke« og »Det fortryllede Lys« úr fyrsta savninum, men alramest líkist hon ?Tårnet ved Verdens Ende?. Hon kundi verið eitt kapittul í hesi skaldsøguni. Drongurin Marselius - soleiðis eitur frásøgumaðurin eisini í skaldsøguni og í fleiri stuttsøgum við endurminningarstøði - og gentan Kristella eru spælisystkin, og ofta sníkja tey seg inn í urtagarðin hjá Jordanson, eisini nevndur Den gale Mands Have.
Kynsbúningaraldur nærkast, fyrr hjá henni enn hjá honum, og eina tíð spillir hetta teimum spælið, men so einaferð fara tey inn í aldingarðin, og Kristella mussar Marselius: »Det tog næsten vejret fra ham, det føltes som pludselig at falde i vandet og drukne«. (Girnd og undirsjóvarmyndir hoyra sum vant saman). Kenslan stendur við, til tey knappliga gerast greið yvir, at Jordanson (navnið!) er í havanum. Og sum Adam og Eva í Eden bíða tey eftir, at vreiðin skal ráma tey. Men Jordanson varnast einki, setur seg í staðin higstrandi við ein løk, og børnini sníkja seg undrandi burtur.
Børnini, sum skjótt ikki eru børn longur, hava etið av træi kunnleikans, men so lítið veiggj er í hesum Várharra, at einki hendir. Tað finst ikki longur ein hægri makt, sum tína vegna skilir ímillum gott og ilt; tað hevur tað modernaða menniskjað sjálvt ábyrgdina av.
Í »Det rygende spejl« er Marselius vorðin eitt sindur eldri, men tær somu kenslur, sum blivu vaktar inni í urtagarðinum hjá Jordanson hava stóran leiklut her. Dreingirnir hava ein spæliheim við ymiskum bólkum, Tingisarum, Malakaium og Hugonittum, sum kríggjast sínámillum. Men tá ið ein av teimum blívur forelskaður í systir ein av mótstøðumonnunum, gerast teir greiðir yvir, at barnaárini eru av, og at eitthvørt nýtt bíðar fyri framman. Kenslurnar hjá Marseliusi eru minni enn so eintýðugur, og ein farri av trega hevur hug at fáa yvirvág, men so kemur myndin av gentuni fram fyri hann, og ein tølandi fyriboðan fær vald á honum.
Himmal og hav!
Seinasti teksturin er myta burturav. »Himmelfarten« snýr seg um lív og deyða og um deyðan sum fyritreyt fyri lívinum. Frásøgumaðurin hevur í skemti lovað eini gentu, at tey skulu fara við báti út til stjørnuna Vega. Gentan vísir seg at vera Astarte, ið er gudinna fyri bæði stríði og kærleika - hon kemur m.a. fyri í Hásonginum - og úti á sjónum »herskede en forunderlig tryllebunden dobbelthed«, har himmalin speglast í sjónum, og tey gerast eitt. (Tað er akkurát hesum, tað verður tráað eftir í »Moder Syvstjerne«). Nú fer báturin upp frá og út ímóti stjørnunum, og frásøgumaðurin merkir, at tíð og rúmd broytast, og hann verður ekkafullur.
Meðan báturin fer sendandi gjøgnum rúmdina, verður útsýnið lýst við paradoksalum myndum og samanburðum. Saturn verður borin saman við ballónina hjá pólfararanum Andrée og við eina petroleumslampu. Sólin líknast við eina spruttandi gløðinetslampu frá aldaskiftinum, og himnarúmdin, tann óendaliga, kennist sum »en klumret garderobe, et trangt og usselt kælderrum«. Rúmdin er innibyrgd og merkt av burturskotran.
Vega vísir seg at vera lítið hugalig, uttan høpi ella ætlan, og tá ið gentan spyr: »-Var dette alt?« (Lesarin kennir spurningin aftur úr »Moder Syvstjerne«), er okkara maður noyddur at nikka: ja. Men nú varnast hann við einum hvøkki, hvussu bátsfelagin er vorðin ein oldingi við øskulittum hári, og hann roynir at gera eina niðurstøðu: »- Dette er enden. Således er døden.« Nú følir hann eisini, hvussu tað egna hjartað følnar, og kreftirnar dvína, og hann fjalir í ómegd andlitið í hondunum.
Men líkasum í søguni um Lin Pe hendir eitt undur. Gudinnan verður ung aftur, frásøgumaðurin ressast, og tey geva seg burtur hvørt at øðrum. Lívið var ikki bara hetta, men speglar ta cyklisku gongdina í náttúruni gjøgnum ta ævinligu afturkomuna. Lívið hjá tí einstaka ferst, men lívið í sjálvum sær heldur fram - og tað er ævinleikin.
Tá ið frásøgumaðurin letur eyguni upp aftur, er hann einsamallur í bátinum, men nú verður alheimurin lýstur við ovurfegnum orðingum, og komin aftur til jarðar verður lukturin av hárinum hjá gudinnuni blandaður við tevinum av sjógvi og taraskógi. Driftirnar gerast guddómligar.
Til endans verður sagt: »Men borte var hun«. Hóast nýtt lív er blást í frásøgumannin, og angin av hárinum hjá gudinnuni enn kennist, so er menniskjað einsamalt á foldum. Kortini er eingin grund at falla í fátt, tí møguleikarnir og gleðirnar eru óteljandi.
Vanda ikki lívið
Niðurstøðan í ?Himmelfarten? er at meta sum eitt credo, ein trúarjáttan, sum saman við góðskuni sum lívsins undur er ein kjarnin í skaldskapinum. Mytan kann eisini sigast at taka saman um stuttsøgusavnið, tí frásøgumaðurin, eins og Leo í søguni »Sjælen«, vendir aftur frá deyðum. Leo livir í tíðini eftir evstu tíðina, og tað ger frásøgumaðurin í mytuni soleiðis sæð eisini. Men meðan »Sjælen« er merkt av daprari fyriboðan - sum kanska stavar frá vitan, sum lesarin dregur inn í søguna uttanífrá - so er »Himmelfarten« eintýðug vónrík.