Eru eitt ár frammanfyri sína tíð í Hvalba

Kanska verður koyrandi ígjøgnum nýggja Hvalbiartunnilin longu á nýggjárinum

Tað er ikki av ongum, at vit tosa um at síggja ljósið fyri endan á tunlinum, tí tað er eitt tekin um vón. Og í dag er tað so, at vit føroyingar, og serliga hvalbingar og sandvíkingar, síggja ljósið fyri endan á nýggja hvalbiartunlinum.

Tað segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, nú seinasta skotið varð latið av í nýggja Hvalbiartunlinum, og teir seinastu tríggir metrarnir av fjalli, sum vóru eftir, rapaðu.

 

##med2##

Tað vóru teir tríggir hvalbingarnir, Fríðálvur Eysturberg, Kári Norðberg og Jóan Pauli Næs, sum fingu heiðurin at trýsta á knøttin og at lata tað seinasta skotið av. Fyri teir var hetta ein serlig løta, tí teir vóru allir tríggir við til at gera gamla Hvalbiartunnilin, sum varð tikin í nýtslu í 1963.

 

##med3##

Nýggi Hvalbiartunnilin er 2.500 metrar langur, og harumframt eri einir tríggir kilometrar av veg báðu megin tunnilsmunnan.

Eftir upprunaligu ætlanini skuldi hann vera liðugur fyrst í 2022, men arbeiðið hevur gingið avbera væl og nú er greitt, at hann verður liðugur eitt ár fyrr, ella fyrst í 2021.

 

##med4##

Fyrsta flagið varð skorið oman av tann 15. mai í 2018, fyrsta skotið varð latið av 27. Juni í fjør, men gongd kom ikki av álvara á arbeiðið fyrr enn í seint seinasta summar. og nú, eitt ár seinni, tann 7. juli í ár, varð seinasta skotið latið av.  

– Gongst sum ætlað, verður tunnilin liðugur í februar næsta ár – og gongst tað heilt væl, verður hann kanska liðugur enntá eitt sindur fyrr enn tað, sigur Sigurd Lamhauge, stjóri á Landsverki.

Gamli Hvalbiartunnilin er fyrsti samferðslutunnil í Føroyum og hann varð tikin í nýtslu í 1963.

 

##med5##

– Tann tunnilin var eitt av teimum heilt stóru framstigunum í føroyskari samferðslusøgu, kanska størri enn hetta framstigið er, segði Stjórin á Landsverki. Og hetta er samstundis fyrstu ferð, at ein nýggjur tunnilin verður gjørdur ístaðin fyri ein gamlan. 

 

##med6##

Hetta var heilt serligt, tí tað vísti, at tað bar til og eggjaði føroyingum at fara undir fleiri tunlar, og longu tey næstu árini, vóru fleiri tunlar gjørdir, vísti Jørgen Niclasen, á.

Myndirnar tók Rúni Thomsen