Kim Simonsen
Mangt kom á skránna hendan dagin, har evnini vóru “kreativitetur, innovatión og upplivingarbúskapur”. Her varð komið víða frá filmi, tónleiki til hvussu ein handil kann inrættast, til skapan, Richard Florida og bókina um kreativu stættina og simple living. Seinni var pallborðsfundur um samstarv millum vinnu og mentan og um ein upplivingarbúskapur kann gera Føroyar kendar v.m.
Lektarin Mark Lorenzen er lektari á Copenhagen Business School í Keypmannahavn legið fyri hendan dagin í Norðurlandahúsinum, hann helt hin nógv tann besta fyrilesturin hendan dagin. Lorenzen er granskari í evninum upplivingarbúskapur.
Lorenzen var sera vælupplagdur og gav áhoyrarunum eitt gott yvirlit um alt hetta tosið um upplivingar og hvussu vinnulív og upplivingar í dag kundu møtast.
Hann segði at øll lond hava part í upplivingum, men ikki øll megna at gera hesar til eina vinnu. Ofta eru tað smá lond, ið megna eina best at skapa vøkstur, so sum Ísland, ið hevur ein vøkstur uppá 11% árliga á hesum økinum, mótvegis Danmark, ið hevur ein 7% vøkstur.
Hann dugdi at vísa á samband millum upplivingar, so sum tónleik, myndir, handverk, søgur og tekstir til design og hvussu liðini vóru sum seldu hetta, hvussu tað funnust fólk sum kundu kobla hesi økini saman. Hvussu vinnulív og keativ kundu møtast, og hvussu torført tað mangan kundi vera at fáa høvuðsvinnurnar, so sum landbúnaður og fiskivinna at møtast við teim skapandi.
Ein fyritreyt fyri at fáa skapandi at trívast er at tey kunnu liva fleksibult, liva væl, at samfelagið leggur dent á ymiskleika, tolsemi og at samkynt ikki verða forfylgd. Her tók Lorenzen orðini hjá Rich. Florida um at talent, tøkni og tolsemi fylgjast. Hesi krevja mangan vælferð, mentanartilboð, at tað eru nógv fólkasløg savnaði.
Skulu skapandi bólkar trívast, og skuldu fyritøkur koma hendan vegin til Føroyar, so er neyvan tað sum skal til. Kjakið í Løgtinginum um §266b var sum eitt ekkó allan hendan dagin.
Upplivingarbúskapur er, sigur Lorenzen, ein kobling millum upplivingar og vinnuna og hesin vøksturin í upplivingarbúskapinum er tengdur at teim skapadi.
Løgmaður var við
Við hendan dagin, sum Elin Heinesen og Menningarstovan skipaðu fyri, vóru politikarar sum Bjarni Djurholm landstýrismaður í Vinnumálum og Jóannes Eidesgaard løgmaður.
Tiltakið var sera væl samskipað og fyriskipað. Elin Heinsen fyriskiparin helt sjálv ein áhugaverdan fyrilestur um netverk og hvussu professionell netverk kunnu skapa yvirlit, økja um sosialan kapital, geva góð ráð, keldur og samstarvsfelagar.
Vinnan var væl umboða hendan dagin, bæði Føroya Tele og Vinnuvitan vóru við til at stuðla, saman við Sosialinum, Dimalæting, Vikublaðið og Restorffs.
At keypa upplivingar
Ein av fyrilestrunum var ein ”ping-pong” fyrilestur millum tey bæði, donsku Kathrine Heiberg og svenska Lasse Brodén, sum saman hava altjóða fyritøkuna ReTeam. Lasse Brodén er búskaparfrøðingur frá Lunds universitet og Brand Manager frá IHM (Institute of Higher Marketing) og Kathrine Heiberg er cand.merc.jur fra Copenhagen Business School við spesiali í kundaforstáilsi og kundaupplivingum. Fyrilestur teirra hevði heiti: ”Hvorfor – og hvordan skal man brande sin virksomhed.” Fyritøka teirra ReTeam hevur høvuðssæti í størstu innkeypsmiðstøðini í Norðurlondum, Field’s í Keypmannahavn.
Tey bæði siga um ReTeam: ”ReTeam er grundlagt af detailhandlere for detailhandlere. Vores speciale er ’Shopping som oplevelse’. Vi baserer vores viden bl.a. på erfaringer fra vores arbejde som ledere indenfor velkendte internationale detailkæder og indkøbscentre. Vi arbejder med detailudvikling, hvor vi hjælper med at etablere eller udvikle international detailhandelsvirksomhed. Vi arbejder med kundeforståelseskonceptet Mind16 og laver seminarer for alle – bl.a.vores årlige Retail Master Class. ” Hesi vóru dugnalig og sera áhugaved. Serliga hvussu ymisk fólk eru sum skuldu keypa ymiskt.
Klippfisk og list
Umboð vóru við frá Klippfisk v/ Jákup Veyhe, her vóru stuttfilmar framførdir og ein tónleikavideo. Eg helt, at hetta var gott tiltak og góðir filmar, men tað var sum um hetta ikki ordeliga passaði inn hendan dagin, tí ongin ordeliga megnaði at hugsa og perspektivera film- og sjónvapsframsleitsku inn sum ein part av einum vaksandi upplivingarídnaði í dag í Føroyum.
Filmur er eitt risa vakstrarøki kring allan heimin. Filmurin gongur á odda saman við telduspølum og tónleikinum innan hesa vinnuna, men enn so hava vit ikki fingið tikð okkum saman at skapt ein filmídnað í Føroyum.
Erik Petersen listamaður var eisini við. Hann gjørdi en málning meðan hann tosaði um hvussu skapan og kreativitetur gongur fyri seg. Eg má siga, at hann brúkti for nógv tíð til at tosa um Per Kierkeby, Drotning Margretu og Maersk McKinney Møller. Tó ein undirhaldandi maður.
Tey bleytu virðini
Seinast var so Kirsten Stendevad á skránni sum fyrilestrarhaldari. Hon skuldu tosa um alt tað bleyta, og hetta var so bleytt, at alt endaði sum eitt slag av lættari luft. Hon liraði mest klisjeir av um at finna eina javnvág millum arbeiði og lívið. At finna niður aftur í ferð, fyri so at gerðast enn meiri skapandi.
Kjak um upplivingarbúskap
Við hendan dagin var so ein Pallborðsfundur við kendum føroyingum. Hvat skulu vit sum føroyingar gera við hesar nýggju treytirnar á alheimsmarknaðinum – hvussu kunnu vit brúka upplivingarbúskap til í Føroyum? Hetta var evnið, sum pallborðsfundurin skal viðgera – umframt at taka saman um og perspektivera tað, sum dagsins fyrilestrahaldarar høvdu borið fram.
Pallborðsluttakarar vóru m.a. Jón Tyril, leiðari av G-festivalinum í Gøtu, Steintór Rasmussen, fyriskipari av Summarfestivalinum í Klaksvík, Eirikur á Húsamørk, stjóri fyri nýhugsandi fyritøkuna Faroe Marine Products, sum var ársins virki í 2005, Óli á Deild Olsen, blaðstjóri á Vinnuvitan, sum var ársins átak í 2006, Guðrun Ludvig frá Guðrun & Guðrun, Kim Simonsen høvundur og blaðstjóri umframt onnur. Katrin Petersen, fyriskipari av MjúS-festivalinum á Sandi og fyrrverandi leiðari á tíðindadeildini í Sjónvarpi Føroya, var orðstýrari.
Her var eg sjálvur við í pallborðinum, so eg skal ikki meta um hvat kom burtur úr.
Ein góður dagur
Hendan dagin vóru nógvir spurningar frammi, kanska heldur færri svar.
Eingin veit t.d. um Rich. Florida kann brúkast t.d. í Føroyum, kann mann hugsa, t.d. at Havnin vinnur á Klaksvík t.d., tí hon er meiri opin, stór og har er nærum gjørligt at liva meiri anonymt sum útlendingur og annað? Men Føroyar eru fjaskotnar. Landið noyðist at innflyta hvørja keks. Vit duga ikki at framleiða nakað, enn ikki sprutt, sum vit innflyta frá Danmark.
Kanska skal man síggja Flordia í einum øðrum høpi enn avmarkaðan til Føroyar, altso, at tey kreativu frávelja Føroyar, men velja at fara til Keypmannahavnar, men hvat er tað sum stórbýir kunna? Hví búgva 22.000 føroyingar í Danmark, serliga í Keypmannahavn?
Eru Føroyar ein provins?
Føroyar skulu kanska skiljast og granskast sum ein provins, sum ein drenað provins (í provinsini í Dk. búgva heldur ikki onnur enn heilt ung, og etableraði pør í perselhúsum) til Danmark.
Útheimurin fær okkara ungu (frá 20 til 30ár aldur serliga), okkara kreativu, okkara samkyntu, okkara listafólk, okkara kritikarar, okkara intellektuellu, nógvar av okkara kvinnum - og ja tey flestu koma ikki aftur, ella aftur at etablera seg við 2 arbeiðum, húsi og 2 børnum í Havn.
Millum hesar bólkar (heimabúgvandi føroyingar og útisetar) er eitt helgens rok mangan, tey "ónøgdu" kunnu bæði vera tey heima og tey sum eru "heima" úti. Trúgvi at hetta forholdið er nakað tað sama sum tey sum koma frá Sønderborg (men sum búgva í Keypmannahavn) hava yvir fyri heimbýnum. Og tey frá Sønderborg hava eisini svakligar fordómar móvegis stórbýinum Keypmannahavn.
Føroyar eru um at enda (eru kanska endaði) sum eitt suburbia - ein forstaður og ein provins til keativar býir sum Kbh. og metropolar sum London. Hetta er helst ein tend sum bert fer at akselerera púra svakt framyvir.