Tað er Smyril Line, sum saman við Runavíkar kommunu og Greengate Incoming skipar fyri kappingini, har nakrir av heimsins mætastu havfiskarum fara at kappast um eina samlaða upphædd á 240.000 krónur.
Við orðunum Nú er nokk reypað nú er at prógva tað bjóðar Smyril-Line øllum fiskiáhugaðum føroyingum at vísa, um vit nú veruliga eru so góðir fiskimenn sum vit halda. Í døgunum 22. august til og við 24. august er Smyril-Line vertur fyri Smyril Line International Sea Angling Cup, har havfiskarar úr Danmark, Hollandi, Noreg, Íslandi, Hetlandi, Skotlandi, Onglandi og Føroyum fara at kappast um stóru vinningarnar.
Vinningarnir hava eitt samlað virði á góðar 240.000 krónur. Teir størstu eru:
- The Champion størsti fiskurin 73.000 kr
- The Pro flest stig 73.000 kr
- Besta lið (4 fólk) 15.000 kr
- Besta kvinna størsti fiskurin 7.300 kr
- Besti unglingi størsti fiskurin 7.300 kr Stuðlað av Jógvan Weihe
- Besti skiparin 15.000 kr Stuðlað av Ferðaráð Føroya
Umframt hesar eru nógvir aðrir góðir vinningar, m.a. verður størsti fiskur hvønn dagin heiðraður.
Kappingin er skipað eins og aðrar altjóða kappingar av hesum slag. Farið verður út við bátum hvønn morgun og tað er skiparin ið avgerð, hvar leiðin gongur. Fiskast skal við tráðu og fiskitíðin hvønn dagin er 5 tímar, umframt siglitíð.
Afturat sjálvari havfiskikappingini verður eisini skipa fyri ymiskum tiltøkum á havnalagnum, har bátarnir koma inn. Hesi tiltøk eru fyri øll. Skráin sæst á heimasíðuni www.smyril-line.com, har eisini ber til at lesa meira um sjálva kappingina.
Tilmelding fer fram hjá Greengate Incoming, við at senda ein teldupost til [email protected] ella ringja á telefon 35 05 20. Luttøkugjaldið er 3.995 kr. Íroknað er luttakaragjald, fisk-ing í tríggjar dagar, bátur og agn.
Umframt luttakarar verða fleiri enn 10 altjóða havfiskabløð umboða á festivalinum.
Meira fæst at vita á www.smyril-line.com. Tú kanst eisini ringja til Smyril Line á 21 59 36, ella senda teldupost til [email protected]