- ella er neyðugt við manipulatión og ósannindum fyri at selja sínar vørur ella fyri fáa tíðindini áhugaverd.
Mikudagin 6. juni hevði Beate L. Samuelsen, blaðkvinna Dimmalættingar, drúgva og í høvuðsheitum áhugaverda samrøðu við Gianfranco Contri, sum ídag millum føroyingar helst er betri kendur fyri sítt arbeiðs- og uppihaldsloyvi enn fyri orðabókaarbeiðið hann útinti, meðan hann var í Føroyum.
Søkti og fekk loyvi
Lat meg gera vart við, sum fleiri ferðir fyrr, eftir aftur at hava kannað málið í Innlendismálaráðnum, so hevur italski orðabókamaðurin Gianfranco Contri bert einaferð søkt um at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum. Hetta var í 2004, hetta loyvið fekk hann. Hetta er einasta skráseting sum finst í Innlendismálaráðnum.
Fyrstu ferð eg hoyrdi, at italiumaðurin Gianfranco Contri fekk “tikið ímóti M. A. Jacobsen virðislønini, áðrenn myndugleikarnir sendu hann av landinum”, var á Johnsigurd Johannesen sjónvarpsmaður í Sjónvapri Føroya elegant, sum hetta fjølmiðlanátúrtalent dugir, í endanum av eini tíðindasending legði dent á hetta.
Gianfranco Contri hevur bert einaferð søkt um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, hetta var í 2004. Hetta loyvið fekk hann. Í Innlendismálaráðnum finst eingin onnur skráseting. Eg gjørdi Johnsigurd Johannesen varðugan við, at hann bar skeiv tíðini, uttan at hesin nakrantíð kom við nakrari rætting. Hann bara smíltist niðurvið, sum hann ofta ger, tá okkurt tílíkt er áfatt. Nú geri eg so Beate L. Samuelsen hetta eisini greitt.
Ongin rættleiðing
Beate L. Samuelsen sigur í greinini ikki bara einaferð, men hon endurtekur seg sjálva, at Gianfranco Contri, “búði í Føroyum í nógv ár, til myndugleikarnir sendu hann heim...” ella “Tað eydnaðist honum at gera orðabókina lidna, beint áðrenn seinastu boðini frá myndugleikunum komu um at fara heimaftur til Italia”.
Eg rokni ikki við at hesi koma við nakrari rættleiðing til skeiv og manipulerandi tíðindi, men hava tey aðra grundgeving og tí kunnu rætta meg, eru tey vælkomin.
Lat meg eisini her siga, at sjálvandi skal ein politikari tola, men hetta er eisini skeivt at gera ímóti avgreiðslustarvsfólki í Innlendismálaráðnum.
Tíðindaleiðari Útvarpsins tagnaði herfyri
Fyri stuttum var eg í avmarkaðum blaðkjaki við tíðindaleiðaran Johann Mortensen á Útvarpi Føroya,um okkara “Public Service” stovn. Tíðindaleiðarin bað meg bara arogant senda kæru inn til fjølmiðlanevndina um skeiv tíðindi!
Eg havi ongantíð sent kæru inn – og ætli heldur ikki at gera tað, tí hóast tú fært rætt, hevur tað, sum tíðin líður frá, onga tyngd.
Eg vísti til tvinnar manipulerandi tíðindastubbar, har annar var heldur óndsinnaður. Sjálvandi frættist einki aftur. Hann bráðtagnaði eftir fyrsta álopið. Eg havi ein varhuga hví!
Men nakrar dagar seinni kom so eitt hálvófantaligt svar frá hansara stuttliga samstarvsfelaga og møguliga samspælara, Hilmari Jan Hansen, á forvrøvlaða kjaktorginum á Norðlýsinum, sum ikki eigur at vera tikið fyri meira, enn tað er.
Ja, synd er at siga, at støðið liggur høgt hjá okkara objektiva skattaborgaragoldnað public service stovni.
Tí er tað ikki bara eg sum spyrji, men fjøld av Føroya fólki: “Eru føroyskir fjølmiðlar álítandi, ella er neyðugt við manipulatión og ósannindum, fyri at selja sínar vørur ella fyri fáa tíðindini áhugaverd”.
HYPERLINK "http://www.keldu.fo" www.keldu.fo
HYPERLINK "mailto:[email protected]" [email protected]