Í síðstu viku vórðu sprongdir 119 metrar í alt í Eysturoyartunlinum. Nú eru sprongdir 9.176 metrar av 11.250 metrum í Eysturoyartunlinum.
Í vikuni var komið niður á lægsta stað í tunlinum, sum er miðskeiðis í Tangafirði. Hetta er 189 metrar undir vatnskorpuni. Farið verður nú undir at spreingja hin seinasta av fimm brunnum til vatn, sum lekur inn í tunnilin.
Í seinastu viku vórðu 58 metrar sprongdir av Hvítanesi og norðureftir, og í alt eru nú sprongdir 4.452 metrar frá Streymoyarlandinum.
Sprongdir vóru 23 metrar á teinum frá rundkoyringini móti Hvítanesi. Á hesum teininum eru sprongdir 1.577 metrar. Sprongt hevur eisini verið fyri einum pumpubrunni.
Frá rundkoyringini móti Rókini vórðu í seinastu viku sprongdir 37 metrar. Har eru í alt sprongdir 1.522 metrar.