Eru til reiðar

Á Toftum eru tey sjálvandi spent, nú tey skulu herberga fleiri enn 100 fjølmiðlafólkum, men tey bera tó ikki ótta fyri, at uppgávan er ov møtumikil

Landsdystur

Tað er ikki altíð, at nakað serligt ljós verður á uppgávuna, sum fyrireikararnir av einum landsdysti hava, men tað er tó givið, at tað eru nógvir endar at flætta saman á Toftum í hesum døgum.

Fer at ganga
Sum nevnt aðrastaðni, so verður talan um fleiri enn 100 fjølmiðlafólk, umframt at áskoðararnir helst verða heilt nógvir í tali, men hesum bera tey tó ikki ótta fyri á Toftum.
- Vit hava jú áður havt stórar dystir her. Eitt nú vóru heilt nógv fjølmiðlafólk á staðnum, tá Spania spældi her, men omanfyri 100 hava tey tó ongan tíð verið, sigur Niclas Davidsen. Formaður í B68 og kanska meira enn nakar drívmegin aftan fyri leikvøllin á Svangaskarði.
- Vit eru sjálvandi spent upp á, hvussu alt fer at spæla av, men eg haldi ikki, at vit bera ótta fyri, at tað ikki skal ganga. Hóast 100 fjølmiðlafólk ljóðar av nógvum, so skal eisini minnast til, at øll hesi ikki skulu sita á sama stað. Skrivandi fólkini sita eitt stað, Sjónvarpið hevur síni høli, frásøgufólkini fáa hvør sítt rúm á ovastu hæddini og myndamenninir ganga kring vøllin, so alt í alt man tað nokk fara at ganga, heldur formaðurin.
- Viðvíkjandi áskoðarum, so eru tað ikki vit men løgreglan, sum hevur ábyrgdina av hesum, meðan vit so hjálpa til. Her hava vit tó áður havt fullsettan leikvøll, so eg beri ikki ótta fyri, at tann parturin skal geva nakrar stórvegis trupulleikar. Eisini tí at bæði skotar og føroyingar vanliga skikka sær hampuliga væl, tá landsdystir eru. Eisini hóast tey kanska kunnu gartera eitt sindur, meðan dysturin stendur á, sigur Niclas Davidsen at enda.