Eru tilreiðar at taka ímóti føroyingum við ebola

Verða nakrir føroyingar smittaðir við ebola, skulu tei flytast til Danmarkar

Føroyingar hava eina greiða tilbúgving, skuldi føroyingar verðið smittaðir við ebola.

Tað staðfestur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, hvussu væl vit eru fyrireikað vit eru, skuldi onkur føroyingur fingið ebola smittuna.

Hon heldur, at tað er neyðugt at vit brynja okkum til at handfara sjúkuna, nú hon er farin at breiða seg til vesturheimin.

Karsten Hansen sigur, at Ebola tilbúgvingin fyri Landssjúkrahúsið er liðug og er klár at taka í nýtslu.

- Landssjúkrahúsið hevur gjørt avtalu við Hvidovre Hospital í Danmark um at taka sær av at útgreina, røkja og viðgera føroyskar sjúklingar í sambandi við Ebola sjúku, sigur Karsten Hansen.

- Hetta er gjørt, tí at danska heilsustýrið hevur ikki góðkent sjúkrahúsini í Føroyum til at taka sær av hesari uppgávu.

Av tí at vit eru so fjarskotin, kann tað verða neyðugt hjá Landssjúkrahúsinum at kunna handfara og avbyrgja sjúklingar, sum eru undir illgruna, ella hava fingið staðfest ebola sjúku, til teir kunnu flytast á Hvidovre Hospital.

- Til hetta endamál hevur Landssjúkrahúsið høli tøk til avbyrging, umframt at sjúkrahúsið hevur fingið til vega serútgjørdar draktir til avvarðandi starvsfólk.

- Tað hava eisini verið venjingar á Landssjúkrahúsinum, soleiðis at avvarðandi starvsfólk eru tilbúgvin til at handfara møguligan ebola tilburð, sigur Karsten Hansen.

Hann sigur, at fólk við grundaðum mistanka, ella staðfestari ebolasjúku, skula skjótast gjørligt ávísast  til avbyrgingarhølir á Hvidovre Hospital, sum eru serútgjørd til endamálið.

- Viðvíkjandi flutningi, hevur Heilsumálaráðið verið í samband við danskar myndugleikar og fingið váttað, at føroyska heilsuverkið kann nýta sama serútgjørda Hercules flogfar at flyta sjúklingar við, sum er partur av donsku ebola tilbúgvingini, sigur hann.