Birgir W Høgnesen
?????
Tað kann tykjast eitt sindur undrunarsamt fyri vanliga borgaran, tá ið politiska skipanin nú er farin at viðgera útlendingar, tí tað er ikki dagur frá Gudi, at vit ikki møta útlendingum, sum passa sera væl inn í okkara »serføroyska« arbeiðsmarknað.
Vil av góðum grundum ikki koma inn á skipanina við ítróttarfólkum á hesum sinni, tí á mangan hátt er júst tað orðaskiftið fara av kós. Ongin ivi er um, at Jógvan við Keldu avgreiðir hatta við smidligheit, um eg kenni hann rætt.
Flesum kunnugt er skipanin soleiðis háttað, at norðurlendingar hava frítt at ferðast og arbeiða í londunum hjá hvørjum øðrum.
Aðrir útlendingar mugu hava innferðarloyvi og arbeiðs- og uppihaldaloyvi fyri í heila tikið at vera í Føroyum.
Á ymsan hátt eru vit í føroyingar nær tengd at útlendingum, um enn onkur innast inni hevur eina meining, um at hesi heldur átti at hildið seg í sínum egna heimalandi.
Men um vit vilja tað ella ei, so umgangast vit útlendingar hvønn dag. Eg haldi ikki, at teir eru so nógv annarleiðis enn vit føroyingar og so slettis ikki nøkur hóttan í gerandisdegnum.
Her í Vestmnanna livir bygdarfólkið við útlendingum sum um einki var hent, ikki tí vit ikki geva okkum far um teir, men heldur er tað tí, at teir eru vorðnir ein vanlig gerandismynd.
Í Vestmanna búgva í løtuni fólk úr Australia, Ný Sælandi, Tailandi, Japan, Rumenia, Danmark, Mexico, Keynia, Russlandi, Týsklandi og so harumframt okkara kendu ítróttarfólk úr Romenia.
Hvør í Vestmanna vildi sent australiu-kvinnuna í ferðavinnuni ella tailensku mammuna, sum arbeiðir á Fiskavirking, ella japanan sum í áratíggir hevur arbeitt á mjólkarvirkinum av landinum. Nei, eg meini so við, hasar tankarnar hava vit ikki.
Hesi fólkini skapa sína tilveru á egnan mátt og megi, og á sín egna hátt og genera ongan. Tey klára seg og síni, uttan at tey síggjast nevnivert í samfelagnum.
Tá ið foreldur í Vestmanna avlevera síni børn á dagstovn í Miðalsbrekku í Vestmanna, møta tey eini myrkari fittari Australskari kvinnu, sum tekur ímóti teirra børnum, men tað er so eiðasørt at foreldrini hugsa um, at hon ikki er føroysk.
Eg haldi, at orðatakið at vit síggja flísini í annara eygum, men ikki bjálkan í okkara egnu, er farin at hóska til føroyingar, tí vit eru ov erkvisnir í útlendingamálum. Hvussu nógvir føroyingar fóru ikki burtur í lond í 90-unum og vórðu væl móttikin har tey komu.
Nú havi eg bara skrivað um Vestmanna omanfyri, men hvussu eru Føroyar fyri, tá vit hugsa um útlendingar. Vit kundu leysliga farið í gjøgnum almennar og hálvalmennar stovnar og aðalaráðini.
Tað almenna
Longu á Løgmansskrivstovuni finna vit australsku Kate Sanderson, fulltrúa.
Í Vinnumálaráðnum finna vit landsdjóralæknan, danan Bjørn Harlou, og í Oljumálaráðnum finna vit teir báðar, danan Tommy Petersen, sum er ráðgevi, og norðmannin Alex Buvik, sum er trygdarleiðari.
Øll minnast vit setanina av dananinum Steffan Stumman Hansen, landsfornfrøðingi, sum er settur av Mentamálaráðnum, og í Mentamálaráðnum er eisini ein annar dani, Claus Reistrup, sum er Undirvísingarleiðari; ein av deildarleiðarunum á Toll & Skatt er danin Kurt Madsen.
Í Landsbanka Føroya arbeiða tveir útlendingar, um eg ikki minnist skeivt, í tí almenna Føroya Tele situr ein dani, Tage Iversen, í nevndini.
Á skrivstovuni hjá Atlantic Airways er sølu- og marknaðarleiðarin danin Kent Kristensen og í nevndini situr íslendingurin Petur J. Eiriksson.
Í beinleiðis framhaldi av Fíggjarmálastýrinum hevur Fíggingargrunnurin frá 92 sett danan Jørn Astrup Hansen, sum stjóra í Føroya Banka, sum eisini er nevndarformaður í Elektron.
Privata o.a.
Á tí privata arbeiðsmarknaðinum kunnu vit eisini fara í landbúnaðin, t. d. MBM, har situr Íslend-ingurin Eirikur Thorvaldson sum stjóri, og marknaðarleiðarin sølufólk eru og har er danir.
Bara fyri at nevna nøkur sum vit kenna heilt væl í almennum samanhangi, so kunnnu vit fara í Norðurlandahúsið, har er íslendingurin Helga Hjørvar stjóri.
Smyril Line setti fyri kortum nýggjan marknaðarstjóra, hann er dani, og ein nevndarlimur er hetlendingurin Morgan Goodlad.
Í nevndini hjá telefonfelagnum Kalli sita tveir íslendingar, Halvor S. Snarvold og Oskar Magnusson.
Hvør kennir ikki útlendingarnar Arne Nørrevang og Dorete Block, restauranteigararnar Mouldi og Nordin Manai, alt vanligir borgarar, sum vit ikki geva okkum far um, men sum eru útlendingar.
Á øðrum økjum hava vit valt at hava »leysar« útlendingar í starvi t. d. Hendrik Larsen venjara á fótbóltslandsliðnum og seinasta árið Lars Nedergaard á hondbóltslandsliðnum.
Eg kundi nevnt fleiri sjálvandi, men í tónleikaverðini eru nógv fólk, sum koma úr londum uttan fyri norðanlond. Hesi fólk, sum so nógv er brúk fyri, tí tey ríka okkara tónleikamentan eru Anette Nielsen úr Týskalandi, Claire Lydon Thomsen úr Onglandi, Katja Volovelskaja úr Ruslandi, Kenneth Jones úr Wales, Kenneth Mcleod úr Skotlandi, Ljudmila Berezina úr Ruslandi, Martin Pollard úr Onglandi, Monika Stauss Joensen úr Sveis, Nikos Kapnas úr Grikkalandi, Sharon Weiss úr Amerika, Steven Foggin úr Onglandi og helst eru tað fleiri, sum ríka tónleikin, men sum vit ikki geva okkum far um í dagliga degnum. Men eitt er vist, vóru tey send av landinum, so vóru tey ein mangul í føroyska samfelagnum.
Hava vit føroyingar nakrar trupulleika við útlendingum, kundi ein spurt? Sum tað sæst omanfyri, so liva vit í tí saligu trúgv, at vit hava ongar útlendingingar búgvandi.
Men myndin sær annarleiðis út, tí staðfest er, at Føroyar hava helst heimsmet í útlendingum í mun fólkatalið, og so kann ein spyrja, hevur hetta gjørt Føroyar til eitt verri land, nei so avgjørt ikki, heldur tvørturímóti.
Tá eg vaks upp í Klaksvík vóru nøkur serlig tónleikafólk í býnum. Hesi vóru Alex Sólstein, Sámal Petersen og ikki at gloyma Jógvan við Keldu. Eg minnist hvussu Jógvan ríkaði tónleikalívið á so mangan hátt við klaverspæli og sum kórleiðari.
Myndin omanfyri vísur, at útlendingar í tónleikavinnuni rúgva mest upp í útlendingamálum og so eru tey enntá ikki norðurlendingar. Góði Jógvan, minst nú til, at tónleikalívið tekur hesi fólkini, tí tey liggja inni við eini vitan, sum kann menna føroyska tónleikalívið.
Tað sær út til, at vit hava brúkt nógv útlendsk fólk í almennu umsitingini, í tónleikalívinum og í almennum og hálvalmennum nevndum og ráðum, so tað almenna gongur undan í so máta. Bert spell, at ítróttarfeløgini ikki fáa sama møguleika sum tað almenna. Eg skal í hvussu so er bjóða øllum, sum eru nevnd omanfyri hjartaliga vælkomin, vit vita at tit ikki skaða Føroyar á nakran hátt, heldur tvørturímóti.