- Vit vita og staðfestu eisini á fundinum, at tað er ein keðilig støða at koma í, nú danskar havnir í morgin verða stongdar fyri føroyskum skipum.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, eftir árliga arbeiðsfundin við danska uttanríkisráðharran Villy Søvndal.
- Fyri fyrstu ferð í søguni hjá ríkisfelagsskapinum hava Føroyar fingið grønt ljós til at føra eitt gerðarrættarmál sjálvi, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Løgmaður sigur seg hava fingið lyfti um, at Uttanríkistænastan í Tinganesi harafturat kann brúka ta bestu, løgfrøðiligu servitan, sum finst í danska uttanríkisráðnum.
Umframt ES-boykottið var eisini føroyskur WTO-limaskapur og støðan í Arktiska ráðnum á skránni fyri árligu arbeiðsvitjanina hjá danska uttanríkisráðharranum í Føroyum.
Eftir fundin fór løgmaður av landinum. Hann skal nú á ríkisfund saman við Helle Thorning-Schmidt og Alequ Hammond. Hesaferð verður fundurin hildin í danska býnum Ishøj.
Hoyr samrøðu við Kaj Leo Holm Johannesen við at trýsta á pílin undir myndini.
Les eisini:
Sí myndatema frá tíðindafundinum her