- Eg vænti ikki, at makrelstríðið endar við, at ES fer at boykotta Føroyar. Og eg haldi heldur ikki, at danska stjórnin væntar tað.
Tað staðfesti Anni Mathiesen, fólkatingslimur fyri vinstraflokkin í Danmark og talskvinna hjá flokkinum í Føroyamálum.
Hon var gestarøðari á landsfundinum hjá vinstraflokkinum í gjár.
- Men eg havi onga loysn við mær á makrelstríðnum, staðfesti hon beinanvegin.
Hon segði, at í vinstraflokkinum sótu tey nú og bíðaðu til stjórnin hevði tikið eina støðu í makrelstríðnum ímillum Føroyar og ES.
Ikki fyrrenn tey vita hvat útspælið hjá stjórnini verður, ber til hjá Vinstra at taka eina støðu í málinum, tí tey mugu vita, hvat tey skulu taka støðu til.
Men hon helt samstundis, at tað var tórført at fáa eitt greitt svar frá stjórnini um, hvørja støðu hon hevur í málinum.
Hon staðfestir, at makrelmálið fyllir nógv á Fólkatingið og eisini í tingbólkinum hjá Vinstra.
- Í Vinstra halda vit, at tað hevði ikki verið annað enn nátúrligt, at danska stjórnin legði trýst á ES í makrelmálinum, serliga nú Danmark hevur formansskapin í ES.
- Tað er serstakliga týdningarmikið, at vit enda í kríggi, sum elvir til arr, ið ikki lata lekja, men at vit fáa samráðst okkum fram til eina loysn, segði Anni Mathiesen.
- Vit halda, at danska stjórnin eigur at gera alt, hon er mett fyri at sleppa undan, at ES boykottar Føroyar, tí eg haldi, at tað ringasta, sum kann henda og eigur avgjørt at vera síðsti útvegur.
- Og eg vænti ikki, at tað kemur so langt og tað haldi eg heldur ikki, at stjórnin vil.
Jústinus Eidesgaard, valevni hjá Sambandsflokkinum, vísti á, at endar makrelstríðið við, at ES boykottar Føroyar, eru vit í eini støðu, har ein partur í ríkisfelagsskapinum, nevniliga Danmark, boykottar ein annan part í ríkisfelagsskapinum, nevniliga Føroyar.
Hann vildi hava at vita frá donsku vinstrukvinnuni um tað yvirhøvur letur seg gera.
Men tað heldur Anni Matiesen, er nakað tíðliga at taka støðu til.
- Eg eri bjartskygd og tí haldi eg, at tað er ov tíðliga at taka støðu til tað.
Hon helt, at vit skulu trúgva upp á eina loysn, har Føroyar ikki vera boykottað og hon helt ikki, at vit skulu mála hin grábeinta á veggin.
Myndin er av Anni Mathiesen á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum.