Á landsstýrisfundi seinni í dag skulu álvarsligu handilshóttanirnar hjá ES mótvegis Føroyum viðgerðast. Tað er virkandi løgmaður, Annika Olsen, sum fer at taka málið upp. Á fundinum verður løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen ikki til staðar. Tað ber ikki til at fáa at vita frá politisku skipanini, hvar Kaj Leo Holm Johannesen er staddur, nú eldur er í skálanum her heima. Hann er uttanlands, verður sagt. Men í sjónvarpsinnslagnum hjá TV2 Nord, sum sæst við at trýsta á leinkjuna niðanfyri, stendur løgmaður undir liðini á einum HB-venjara til ungdóms-fótbóltskapping í Hjørring hesa vikuna.
Annika Olsen sigur annars við Portalin, at hon ikki hevur tikið ræðið av løgmanni, nú hon vil hava ES-málið á dagsskrá í landsstýrinum, og at fundurin er innkallaður í samráð við Kaj Leo Holm Johannesen.
-Vit hava eina rúgvu av tilfari í málinum, og tað verður vðgjørt á fundinum, sigur hon. Hon leggur afturat, at hon er samd við Høgna Hoydal úr Tjóðveldi og øðrum um, at Føroyar ikki eiga at bakka ein tumma í hesum máli.
Á fundinum skal avráðast, hvat Føroyar nú skulu gera.
-Vit mugu tosa um ein plan B, nú hóttanirnar eru vorðnar veruleiki, og handilsforðingar standa í durunum, sigur hon við Portalin.
TV2 Nord: