Øll tey 27 ES londini samdust um at seta 50 milliardir evrur av til Ukraina. Tað upplýsir ES forsetin Charles Michel á X.
– Vit hava eina avtalu. Øll 27 londini eru samd um 50 milliardir evrur afturat í stuðli til Ukraina á ES fíggjarætlanini, skrivar Charles Michel á X.
Avtalan kom rættiliga skjótt upp á pláss á toppfundinum, har tað frammanundan var stúran fyri, um ungarski forsætirsráðharrin, Viktor Orbán, fór at halda fast við hóttan sína um at brúka sýtingarrættin.
Orbán vildi í staðin, at stuðulin bara skuldi latast fyri eitt ár og síðani endurskoðast.
Men við avtaluni verður Ukraina tryggja frið um búskapin, ger Charles Michel greitt.
– Hetta tryggjar ein varandi stuðul til Ukraina, skrivar Charles Micehel.
Unand fundinum var stúran í Brússel fyri, at Orbán fór at halda fast við hóttanina um sýting. Harvið var spurningur settur við viljan hjá ES at liva upp til lyftini til Ukraina um at hjálpa, so leingi, tað er neyðugt.
Tí hevur tað í vikuni verið roynt at finna eina loysn, men tann skjóta avgreiðingin á toppfudninum kom kortini óvart.
Á veg inn á fundin gjørdi Mette Frederksein, forsætisráðfrú í Danmark millum annað greitt, at tað »sær trupult út« at finna eina loysn. Hon legði tó samstundis dent á, at tað í veruleikanum ikki er nakar annar møguleiki enn at gera eina avtalu við Ungarn:
– Vit kunnu í mínum eygum ikki fara hiðani í dag, uttan at pengar eru tryggjaðir til Ukraina. Ukraina hevur bæði brúk fyri fígging og fyri lóðuri, segði Mette Frederiksen.
Hon segði seg vera til reiðar til maratonsamráðingar fyri at sannføra Orbán á serliga toppfundinum í ES í Brússel.
– Hann kann ikki koyra okkum troytt, hann klárar ikki at gera meg troyttan, tað fer ikki at henda, segði Mette Frederiksen.
Nevndarforkvinna í ES nevndini, Ursula von der Leyen, heldur, at avtalan um stuðul til Ukraina vísir, at ES heldur lyftini til krígsherjaða landið.
– Evroparáðið hevur gjørt so sum vit hava raðfest. Stuðlað Ukraina.
– Tað er ein góður dagur fyri Evropa, skrivar Ursula von der Leyen á X.
/ritzau/