Sum vant er á landsfundi Fólkafloksins greiddu landsstýrisumboð floksins frá teirra málsøkjum. Jacob Vestergaard er fiskimálaráðharri og greiddi hann frá teimum økjum, hann umsitur í landsstýrinum.
Fyrst og fremst er tað fiskivinnan, men hann umsitur eisini landbúnaðin og tilbúgvingina.
Samráðingar eru í løtuni um ein nýggjan sáttmála sum skal tryggja, at tilbúgvingin verður fult dagførd við tveimum serútgjørdum trylum.
Nógv hevur verið tosað um tilbúgvingina seinastu tíðina, og atfinningar hava verið førdar fram móti einari ikki altíð nøktandi tilbúgving.
Hetta er eitt mál, sum liggur undir Fiskimálaráðnum, og Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, kom eisini inn á hetta evni undir framløgu síni á landsfundi Fólkafloksins í Virkinum á Sandi í dag.
- Tá sáttmálin um tilbúgving varð gjørdur fyri nøkrum árum síðani var støðan hon, at hesin sáttmálin tryggjaði eina heilt munandi betri tiklbúgving, enn framman undan. Hinvegin hevur tøkniliga framgongdin seinastu árini verið so stór, at sáttmálin í dag ikki er nøktandi, segði Jacob Vestergaard.
Hann segði, at samráðingar í løtuni eru í gongd um at gera nýggjan sáttmála um tilbúgving, sum verður munandi betri og munandi meiri nøktandi, enn verandi sáttmáli.
- Samráðingarnar ganga út frá, at vit hava tvær serútgjørdar tyrlur knýttar at tilbúgvingini, so vit ongantíð standa í einari støðu, at onnur tyrlan er til umvælingar, og hin hevur ikki neyðugu útgerðina, segði Jacob Vestergaard.
Hann vísti eisini á, at Noregi og Ísland eru í einari tilgongd at skipa eina felags tilbúgving við serútgjørdum tyrlum, sum kunnu nøkta tann tørv, ið kann uppstanda í økinum hjá hesum báðum londunum.
- Enn er ikki støða tikin til, um vit hava møguleika ella høvi at koma upp í hetta samstarvið, segði Jacob Vestergaard.
Halda fast
Makrelurin hevur verið nógv á breddanum seinastu tíðina, og Jacob Vestergaard segði, at hann ætlar at halda fast um kravið at føroyingar skulu fáa størri part av makrelkvotuni.
- Tað eru tíggju ár síðani at semjan um makrelin var gjørd, ið gav føroyingum smá 5% av kvotuni. Vit hava sæð seinastu árini, og serliga síðani 2007, at makrelurin er nógv meiri í føroyskum sjógvi. Samstundis sóu vit, at íslendingar frá 2008 fóru at fiska nógv meiri makrel, og sama skilið var eisini í 2009, segði Jacob Vestergaard.
Hann vísti á, at føroyingar ongantíð hava verið nøgdir við býtið, men at vit ikki hava havt nakran søguliga fiskiskap í føroyskum sjógvi inntil nú. Tí hava vit grundað býtið á russiskan fiskiskap í føroyskum sjógvi.
- Tað hevur ikki eydnast at fingið eina avtalu í lag um makrelin, men vit hava rætt ast krevja eitt størri býti til okkara, og tað er tí bara spell, at semja ikki er fingin við ES og Noreg. Vit fara kortini at krevja okkara part, segði Jacob Vestergaard.
Tað verður aftur eitt umfar í samráðingunum um makrelin í hesi vikuni, og so skal tað vísa seg, um vit fáa eina avtalu, sum vit eru nøgdir við, men higartil hevur mótparturin hildið rimmarfast um sína støðu, men tað gera føroyingar eisini.
- Standa vit ikki saman í hesum málinum og krevja okkara rætt, røkka vit ongantíð á mál, segði Jacob Vestergaard.
Samstarvið slitnað
Fiskimálaráðharrin segði, at spurningurin um makrelin hevur stóran týdning fyri Føroyar, ikki bert í tann mun vit sjálvir fiska hann, men eisini sum handilsvøra í sambandi við sáttmálan við russar.
- Avtalan við russar byggir bert á uppisjóvar fiskasløg, og tað verður tí ein avbjóðing at halda avtaluni á einum rímiligum støði, nú eingin uppisjóvarfiskur er at býta um við toskin í Barentshavinum, segði Jacob Vestergaard.
Hann segði, at tað er óvist, hvussu verður við ES og Noreg, tí tey hava meldað út, at vilja vit ikki líða harraboð er ikki vist, at teir vilja samstarva við okkum á fiskivinnuøkinum.
- So er talan um eina nýggja støðu, men vit kunnu ikki lata okkum kroysta upp í ein krók, og tað er neyðugt hjá teimum at skilja, at tá talan er um makrelin, ber ikki til at blanda onnur viðurskifti upp í, segði Jacob Vestergaard.
Hann segði, at tað eru partar av ES, sum skilja okkum, men at tað eru aðrir, sum eru tætt tengdir at pelagisku vinnuni, sum ikki skilja okkum ella ikki vilja skilja okkum.
- Hetta er ein stór avbjóðing fyri okkara pelagiska fiskiflota. Teir hava megnað at endurnýggja seg, og hava gjørt stórar íløgur, og hesar íløgurnar eru gjørdar út frá ávísum fyritreytum. Tí er tað so umráðandi, at hesar fyritreytir framvegis eru til staðar, segði Jacob Vestergaard á landsfundi Fólkafloksins leygardagin á Sandi.