ES-tingið gav heimild til revsitiltøk

Evropatingið samtykti í dag við stórum meiriluta at heimila, at revsitiltøk verða sett í verk ímóti Føroyum og Íslandi í sambandi við makreltrætuna.

659 tinglimir atkvøddu fyri heimildini, 11 atkvøddu ímóti, og sjey atkvøddu ikki. Eftir heimildini kann ES-nevndin við góðkenning frá ráðharraráðnum seta tiltøk í verk ímóti triðjalondum, um samveldið er av teirri áskoðan, at hesi londini fiska ov nógv av felags stovnum.

Undir orðaskiftinum søgdi tinglimir heimildina vera eitt týðandi amboð hjá fiskivinnukommiserinum til næstu samráðingarnar, sum verða í næsta mánað. Tinglimirnir løgdu afturat, at kemur einki burtur úr teimum samráðingunum, eigur heimildin til tiltøk ar blíva brúkt í verki.