Nevndin heldur, at TikTok er í stríð við reglugerðina hjá ES um talgildar tænastur.
Ein fyribils kanning vísir, at "TikTok ikki hevur mett nóg væl um, hvussu funktiónir á appini kunnu stuðla undir bundinskap og skaða likamligu og sálarligu heilsuna hjá brúkarum, serliga børnum og viðbreknum vaksnum."
Nevndin heldur, at TikTok hevur tørv á at broyta grundleggjandi sniðið.
Tað, sum nevndin kallar effektivar "skermpausur", skal eisini innførast.
Ritzau/AFP











