Esmar A. Jacobsen farin

Hósdagin 6. juli andaðist Esmar A. Jacobsen, fyrrverandi trúboðari í Havn, 80 ára gamal.

Esmar var í mong ár ein býarmynd í Havn, tá hann við sínum kvikliga  gongulag sást ganga millum tey ymisku støðini, har hann hevði sínar tænastur. Hann var ein stillur eyðmjúkur maður og altíð við tí góða orðinum. 
 
Esmar var ættaður og uppvaksin í Norðragøtu. Hann er nummar 4 av 13 systkjum. Foreldrini vóru Eliesar Jacobsen í Tjørnustovu og
Sunnuva f. Heinesen í Súnastovu.
 
Hann gekk sjey ár í barnaskúla. Sum 16 ára gamal flutti hann til Havnar og fór í prentaralæru á Dimmalætting og var útlærdur hondsetari í 1946. Í 1947 gavst hann á Dimmalætting og fór til Bókaprent, har hann lærdi maskinseting. Ungdómsárini í Havn búði hann á KFUK. Hann var eisini ítróttarmaður og spældi við 1. deild hjá HB frá 1945 til 1949.
 
Í 1949 fór hann til Keypmannahavnar á fakskúla og meistaraskúla innan prentarayrkið, og starvaðist har í tvey ár. Hann kom heim aftur í 1951 og starvaðist eitt skifti í Prentsmiðjuni í Bókahandlinum. Sama árið var Prentarafelagið stovnað og Esmar var formaður fyrstu árini.  Næstu árini arbeiddi Esmar á prentsmiðjuni hjá 14. September.
 
Hann gavst fyribils sum prentari, tá ið hann fór á bíbliuskúla í Hillerød í 1958. Valið, at fara á bíbliuskúla, grundaði hann á eitt innara kall um at gerast trúboðari. Árið eftir fór hann á trúboðaraskúla í Oslo, og var útlærdur í 1960. Næstu 5 árini var hann í parttíðartænastu hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum, og í hesum tíðarskeiði arbeiddi hann á »Einars Prent« hjá Einari Joensen, sum vísti honum vælvild, tá hann skuldi frá arbeiði í trúboðaraørindum. Esmar gavst við prentarayrkinum í 1965, tá ið hann gjørdist trúboðari burturav.
 
Sum trúboðari hevði hann reglulig møtir kring landið, og harumframt
hevði hann vitjanartænastu hjá gomlum og sjúkum. Av tí sama var hann nógv at síggja á Landssjúkrahúsinum øll árini sum trúboðari, og hann vitjaði eisini á varðhaldinum eina ferð um vikuna í tilsamans 36 ár. Í 1962 kom hann upp í sjómansmissiónsarbeiði, og var t.d. sjómanstrúboðari í Vestmannaoyggjunum og eitt stutt skifti í Ravnoynni.
 
Sum trúboðari virkaði hann øll árini út frá Havnini, og gjørdist hetta arbeiði lættari og meira umfatandi, tá ið Missiónshúsið við Landavegin, sum var bygt við sjálvbodnari arbeiðsmegi, varð liðugt í 1972, soleiðis at møtir, sunnudagsskúli, blaðarbeiði, forlagsarbeiði, týðingar o.a. kundi gerast á einum og sams tað.

Sum trúboðari skrivaði hann 270 kristiligar hugleiðingar í 14. September og allar eru endurprentaðar í Sosialinum. 95 av hesum hugleiðingum komu út í bókini »Sáðkorn«. Sum yrkjari, undir heitinum Esmar Jacobsen Gata, gav hann út savnið »Fiólin« í 1956 og í 1990 kom nýtt yrkingasavn við heitinum »Tema við frábrigdum«.

Hann gjørdi eisini nógv við at týða andaligar bøkur, týðingar sum av fyrstan tíð vóru skrivaðar til Kirkjuligt Missiónsblað, sum hann stjórnaði sjálvurannar í umleið 30 ár.
 
Í 1952 giftist Esmar við Maud, sum er ættað úr Kollafirði, dóttir Sámal Andrias Djurhuus, Framman fyri Garða, og Thomassinu f. Thomsen, á Tanganum. Tey búsettust úti í Grønlandi í Havn. Har búðu tey til 1988, tá ið tey avgjørdu at flyta og keyptu hús við Landavegin.
 
Tey fingu 7 børn, harav 6 eru á lívi. Sámal Andrias, Eliesar, Súni, Ruth, Thordis og Erling. Erling Marni, sum varð føddur í 1961, doyði bert nakrar dagar gamal.

Seinastu tíðina búði Esmar á Tjarnargarði.