Fríggjakvøldið 10. mars doyði Ester Kårbø, sum búði í Vågslia við Bergensfjørðin 84 ára gomul.
Ester varð fødd 2. oktober 1921 á Biskupsstøð í Klaksvík. Foreldur hennara vóru Karen Sophie, f. Biskopstø, ættað haðani av garði, og Jógvan F. Kjølbro, ættaður úr Gerðum, og kendur vinnulívsmaður. Tey giftust í 1909 og búsettust á Biskupsstøð.
Karen og Jógvan Kjølbro fingu fimm børn: Ewald (1913-1979), Oda (1915-2003), Poul Nolsøe (1917-1977), Kitty (1920- ) og Ester. Kitty, sum verður 86 í summar, býr í Keypmannahavn, har hon hevur verið síðani fyri 2. heimsbardaga.
Ester var sum blaðung í handlinum hjá foreldrunum, fór síðan saman við Kitty til Danmarkar á skúla, men kom aftur fyri kríggið og fór aftur í handilin.
Í 1941 giftist hon norskum flóttarmanni, Ingebrigt Kårbø, ættaður av Holsenøy beint norðanfyri Bergen. Hann kom við einum tí fyrsta norska flóttarfólkaskipinum, Silva, sum higar komu undir krígnum, tey flestu til Klaksvíkar. Annar maður sum var við, og eisini giftist í Klaksvík, var Knút Brandal, sum giftist Honnu hjá Binu og Johs. úr Hvalvík.
Ester og Kårbø, sum hann altíð varð nevndur í Føroyum, búðu mest úti á Oyri, har elsta barnið er føtt. Seinni búðu tey á Varpinum í húsunum, sum vóru sunnanfyri snikkaravirkið.
Eftir kríggið fór familjan aftur til Noregs og búsettust í Bergen, har Kårbø tók uppaftur starv sítt sum handilsmaður við fiski. Hann handlaði nógv við Føroyar, eitt nú við agni og sildatunnum, tá tann tíðin var, og sum vera man nógv við Kjølbro. Ester var heimaarbeiðandi øll árini, har hon passaði familju, hús og heim.
Tey bæði varðveittu tætt samband við Føroyar, og óteljandi vóru tær ferðir, tey bæði gjørdu hendavegin. Kårbø varð føroyavinur burturav og sera væl dámdu teimum at fáa vitjan úr Føroyum, eisini av fólki sum vóru á gjøgnumferð um Bergen, hvønn vegin tað so var.
Saman við skyldkonu síni, Mariu hjá Óla í Skúla, sum eisini var gift í Bergen, vóru tær báðar ofta á støð, tá Smyril ella Norrøna komu, fyri at hyggja, um onkur kenningur úr Føroyum var við. Og frá hugnaliga heimi teirra, fyrst í Hellebakken, seinni nógvu árini í Vågslia við vakrast hugsandi útsýni yvir Bergensfjørðin, kundu tey bæði Kårbø eygleiða føroyska ferðaskipið koma og fara.
Í 2002 hevði Ester ta gleði saman við børnum sínum at verða bjóðað til Klaksvíkar av býráðnum at vera hjástødd, tá standmyndin av pápa hennara, J. F. Kjølbro, bleiv avdúkað í Biskupsstøðtúni. Kårbø doyði fyri nøkrum árum síðan, og á heysti í 2003 var Ester heima fyri seinastu ferð. Tá segði hon øllum farvæl og segði seg ikki koma aftur. Og soleiðis varð. Seinastu 2 árini, rørslutarnað og veik, búði hon á røktarheimi, Åstveit Sykehjem, har hon nú doyði, troytt og mett av døgum, 84 ára gomul.
Eftir Ester og Kårbø sita trý børn, tvær døtur og ein sonur. Øll eiga tey familju og búgva í Bergen. Kari er lærarinna, og Elsa er sjúkrasystir. Jegvan situr í góðum álitisstarvi í norsku oljuvinnuni. Ester eigur fimm ommubørn og eisini fleiri langommubørn.
Jarðarferðin var mikudagin í Bergen.