Esther og Sámal Mikkelsen gullbrúdleyp

Esther og Sámal Mikkelsen í Klaksvík hava gullbrúdleyp 18. august. Dagurin verður hildin sunnudagin 17. august í heiminum Undir Hálsi 25

Sámal er sonur Onnu Margretu Matras, uttan av Oyri og Mikkjal Petur Mikkelsen, úr Syðrugøtu. Sum ungur lærdi hann til skipstimbrara og tók eisini skiparaprógv á Klaksvíkar Sjómansskúla. Síðan fór hann til skips og var eitt nú nógv ár við Skálabergi. Seinnu nógvu árini arbeiddi hann sum byggimeistari í Klaksvík.
Esther er dóttur Jakubinu Ellingsgaard, ættað av Eiði og Jákup Andrias (Stoffa Jákup) Hansen, Sørvágur. Sum yngri húsmóður knýtti Esther trol fyri netastovuna hjá Kjølbro, og tað vóru ikki so fáir bellar Kjølbrotrolararnir fingu umborð, sum hon hevði knýtt. Seinni fór hon norð á Kósavirki at arbeiða og var har í nógv ár tilsamans.
Esther og Sámal fingu tríggjar synir: Mikkjal, Jákup og Jóannes.
Nú tey kunnu hátíðarhalda gullbrúdleypsdagin, vilja vit ynskja teimum hjartaliga tillukku.