Etika í Danmark hevur snarað lykilin

Tað eydnaðist ikki at reka før­oysku sushi-matstovuna í Keyp­mannahavn, sum læt upp í januarmánaði í ár. Tí hava eigararnir gjørt av at steingja matstovuna.

- Vit hava tíverri gjørt av at lata Etika í Danmark aft­ur, sig­ur Jo­hann­es Jen­sen, stjóri á Hot­el Før­oy­um, sum er ein av eig­ar­u­num av før­oysku sushi-matstovuni í Keyp­mann­a­havn.

Tað var í januar í ár, at Et­ika lat upp - grundað á væl­eydn­aðu royndirnar hjá Etika í Føroyum.

- Etika í Danmark liggur í »min­e­feltet«, sum økið verður kall­að, og bygg­ir virk­sem­ið hjá Etika í Danmark tí á eitt væl breið­ari grund­ar­lag enn tað, sum Etika í Føroyum bygg­ir á, sig­ur Jo­hann­es Jen­sen, sum vís­ir á, at flestu við­ur­skift­ini h­ava gingið væl og eydn­ast væl við Etika í Dan­mark.

- Eitt nú hevur matstovan fing­ið rós og havt nógv vitj­andi. Men álvarsamir trup­ul­leik­ar hava tó verið - eitt nú við leiðsl­uni á staðnum, og førdi hetta til, at nýggj leiðsla varð sett, sigur hann.

Men nú er so kortini av­gerð tikin um steðga, meðan aðr­ir møg­u­leik­ar ­verða kann­að­ir saman við útleigara og nýggj­um lok­al­um í­leggj­ar­um, og tí er ein lítil møguleiki fyri, at mat­stov­an held­ur fram undir nýggjum formi og kanska nýggjum eigarum.
Etika í Keypmannahavn og Etika í Havn hava tó einki utt­an navn­ið og konseptið í fel­ag, og Etika á Áarvegnum í Hav­n gongur væl betri enn vænt­að, sigur Johannes Jen­sen.