Europa kámast fyri B36

Stórtapið í Runavík ber við sær, at europeisku at­gongu­merkini hanga í klønum tráði hjá B36, sum fær vitjan av TB, ið vísti góðan hugburð ímóti AB.
Talan var um orduligan bummtúr, tá ið B36 sunnudagin var við Løkin í Runavík. Úrslitið var 4-0 tap, og tað sveið illa, at Róaldur Jacosben, sum higartil í ár hevur verið tann drúgvasti av øllum, tíðliga í 1. hálvleiki varð vístur av vøllinum og har­við er leikbannaður sunnu­dagin, tá ið TB vitjar í Gundadali.
Setningarnir eru ymiskir, hóast tað er felags, at tað ikki er bara upp til liðini sjálvi at gera av, um tað skal bera til at røkka málið.
Í B36 snýr tað seg um bronsuplássið og europe­iska luttøku. Árstalsfelagið er eftir tapið í Runavík á fimta plássi. Hjá TB er setningurin at varðveita plássið í bestu deildini. Ímóti AB var hugburðurin framúr góður, og Ragnar Tausen skoraði bæði málini í 2-0 sigrinum.
Hjá B36 er Lukasz Cieslewicz tøkur aftur, eftir at hann fyri viku síð­ani var leikbannaður. Vinstri vongverjin, Símun Joensen, hevur leingi verið skaðaplágaður. Hann er farin at venja aftur og verður eftir øll­um at døma í hópinum hesa ferð.
Hjá TB er tað dyggur smeitur, at miðvallararnir Ndende og Martin Tausen eru leikbannaðir. Teir hava higartil í ár verið mill­um teir drúgvastu. TB hevur bara vunnið eina ferð á útivølli í ár – 3-2 ímóti KÍ. Tá ið TB var í Gundadali og spældi ímóti B36 í fjórða umfari var úrslitið 1-1!