Við málið í seinasta sekundinum av dystinum, tryggjaði Arnbjørn Hansen EB/Streymi javnleiki í Europa League dystinum móti FK Qarabag úr Aserbadjan. Gestirnir vóru annars omaná fyri tað mesta, men EB/Streymur tók av møguleikanum. Ein løtu sá út til, at EB/streyma leikararnir høvdu mist mótið, men ikki Pætur Dam Jacobsen, ið vann avgerandi innkastið, ið førdi til mál. Í komandi viku skal EB/Streymur til Aserbadjan at spæla seinna dystin.
90+3 Liðugt! EB/Streymur javnaði við seinasta sparkinum í dystinum!
90+2.min MÁL 1-1 Arnbjørn Hansen í evstu løtu eftir innkast úr høgru frá Gert Hansen!
90+1.min Pætur Dam vísur vilja og styrki og vinnur innkast.
90.min Langt fríspark úr egnari hálvu, men EB/Streymur fær einki burtur úr.
89.min Rene bjargar frísparki úr vinstru.
88.min FK Qarabag hevur tveir risa møguleikar, men megna ikki at fáa hann inn. Arnbjørn gult kort
86.min Verjuvilla endar við góðum skoti, sum Rene bjargar úr spískum.
85.min Alex sendir væl innfyri, men verjan hjá Qarabag er væl sterkari enn okkara.
85.min Fríspark til EB/Streym í høgru, góð støða.
82.min Fríspark til EB/Streym í høgru, men verja hjá Qarabag stútar burtur.
79.min EB/Streymur skiftir út. Út fer Leif Niclasen og inn kemur Arnar Dam
78.min Hans Pauli skjýtur úr góðari støðu í brotsteiginum, men langt upp um.
77.min Aftur innkast frá Gert, men verjan hjá Qarabag er sterk og ruddar vekk.
76.min Fríspark frá egnari hálvu endar við at Leif smekkar til, men rakar í egnan leikara.
74.min Gert Hansen roynir seg við trimum innkøstum úr vinstru. Tað triðja endar við at bólturin verður stútaður upp um.
73.min Innlegg úr vinstru, men Rene Bjargar.
70.min EB/Streymur ger eisini sína fyrstu útskifting. Út fer Daniel Udsen og inn kemur Levi Hanssen.
69.min FK Qarabag ger fyrstu útskiftingina í dystinum. Út fer málskorarin, Rauf Aliyev og inn kemur Bakhtiyar Soltanov
66.min Aftur uppspæl úr vinstru hjá Alex Santos, men verjuleikari kemur ímillum.
64.min FK Qarabag hevur sett seg á dystin og sundalagsmenn tykjast troyttir í mun til mótstøðuleiararnar.
62.min Alex Santos roynir seg við innleggi úr vinstru. Tað er um reppi, at Hans Pauli nær fram til tað, men málmaðurin er fyrst.
60.min EB/Streymur roynur seg við uppspæli í vinstru, men tað blívur ov smart og einki kemur burtur úr.
58.min Ferðin er lág á spælinum eina løtu. Qarabag tykist taka tað róligt eina løtu.
53.min Ansi Agolli hevur trupulleikar við at kasta innkast. Á øðrum sinni má dómarin bríksla fyri umkasti. Tað verður kastað langt inn í brotsteigin, men Egil fær ikki stúta móti málinum.
51.min Afran Ismayilov roynur seg við skoti, men Rene Tórgarð bjargar.
50.min Qarabag hevur eitt vandamikið álop, men Egil á Bø fær høvdið á innleggið.
46.min Ongin broyting er framd. Namig Yvsifov fær gult kort fyri at takla Arnbjørn Hansen.
Seinni hálvleikur er byrjaður!
FK Qarabag er eitt betri lið enn EB/Streymur. Tað hava teir prógvað í fyrra hálvleiki í Gundadali. Teir spæla væl og eru sterkari enn okkara og kundu verið á odda við fleiri. Men EB/Streymur hevur eisini hvat sínar møguleikar og tvær ferðir var nær við, men tú situr við eini kenslu av, at Qarabag ger ikki meir enn neyðugt.
Skal EB/Streymur gera sær nakrar vónir í hesum dystinum, so skulu teir skora upp á sínar møguleikar og samstundis finna eitt gear aftur at.
45+1.min Hálvleikur!
45.min Hans Pauli bjóðar av í vinstru og fær horna. EB/Streymur fær einki burtur úr hornasparkinum.
44.min George Adamia stútar við síðuna av eftir innlegg úr høgru.
42.min Pætur Dam við avlevering, ið verður júst ov stutt. Arnbjørn var í góðari støðu.
41.min Dysturin er dóvnaður eitt sindur og tað tykist sum liðini bara vilja sleppa til hálvleiks.
37.min Qarabag áloop endar við at seinasta avlevering er júst ov long og Rene Tórgarð kemur út og tekur bóltin.
36.min Fríspark í vinstru, Daniel Udsen sendur innfyri, men verjan stútar vekk
34.min Kuldin byrjar at gera um seg í Gundadali, nú hálvleikurin nærkast.
32.min Qarabag leggur innfyri úr vinstru. Sorin og Pauli rudda í felag vekk.
30.min EB/Streymur hevur fríspark í vinstru, men málmaðurin er tryggur eftir innlegginum
28.min EB/Streymur svarar aftur og hevur tríggjar góðar royndir á mál upp á tveir minuttir. Fyrst er tað Alex Santos og síðani bjargar ein verjuleikari á strikuni, tá Gert Hansen skjýtur úr stuttari fjarstøðu eftir fríspark.
26.min Vugar Nadirov avsluttar eftir gott uppspæl úr vinstru, men rakar ikki málið. Sekundið eftir er aftur um at ganga gali, men verjan ruddar vekk.
22.min Afran Ismayilov hevur góða skotroynd, sum Rene Tórgarð stórbjargar.
21.min Vugar Nadirov seg við frísparki úti frá, men rakar ikki málið
19.min FK Qarabag heldur fram at trýsta og eru væl omaná í løtuni.
17.min Gott uppspæl í vinstru hjá gestinum endar við horna sparki. Sorin ruddar hornasparkið vekk.
15.min Ferðin er farin úr dystinum eina løtu eftir málið. Tað er ikki nógv lív í viðhaldsfólkunum.
11.min MÀL 0-1 Rauf Aliyev! Uppspæl í høgru endar við at George Adamia verður leysur, men Pauli Hansen taklar væl. Tíverri endar bólturin fyri føturnar á á Rauf Aliyev, sum skorar.
9.min EB/Streymur komið væl við í dystinum, men Qarabag lúrur upp á mótálop.
7.min Langt innkast frá Pæturi Dam Jacobsen endar við, at Hans Pauli fær skot á í brotsteiginum, men við síðuna av.
5.min Sorin Anghel er í miðverjuni saman við Egil á Bø. Leikar framvegis javnt á. EB/Streymur heldur verjukendir í mun til liðið, ið spælur í Vodafonedeildini.
3.min FK Qarabag hevur eina veika roynd á mál, men annars leikar javnt á.
Liðini eru komin á vøllin og dysturin byrjar hvørja løtu. Dómarin er úr Wales, so er at vóna, at hann ikki hevur í sinni at hevna avrikið hjá føroyska landsliðnum og Jákupi Emil Hansen, sum vóru við til at skumpa Wales ein styrkisbólk niður á FIFA listanum.
Portalurin fer í kvøld at fylgja beinleiðis við, tá EB/Streymur í kvøld á ovaravølli í Gundadali tekur ímóti FK Qarabag úr Aserbadjan.Nógv er skrivað og sagt um EB/Streym í ár, men tveir tímar snýr tað seg um fótbólt.
Veðrið í Gundadali er frálíkt, kanska eitt sindur kalt, men einki sum brimbardir føroyingar ikki tola. Liðini fara at koma á vøllin hvørja løtu, men enn er ikki so nógv fólk komið.
Dysturin í tølum: (www.uefa.com)
EB/Streymur - FK Qarabag 1-1 (0-1)
0-1 Rauf Aliyev, 17
1-1 Arnbjørn Hansen, 90+3
Skot á mál: 2-8
Skot við síðuna av: 4-4
Horna: 1-7
Gjørd fríspørk: 13-10
EB/Streymur: Rene Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Sorin Anghel, Alex dos Santos - Pauli Hansen, Pætur Dam Jacobsen, Hans Pauli Samuelsen, Daniel Udsen, Leif Niclasen - Arnbjørn Hansen
Á Bonkinum: Jóan Pauli Jacobsen, Poul G. Olsen, Levi Hanssen og Arnar Dam
FK Qarabag: Bojan Pavlovic - Maksim Medvedev, Rashand Sadigov, Namig Yusifov, Rashad Sadigov - Rauf Aliyev, Vugar Nadirov, Afran Ismayilov, Admir Teli - Ansi Agolli, George Adamia
Á Bonkinum: Farhad Valiyev, Gara Garayev, Zaur Hashimov, Bakhtiyar Soltanov, Emin Imamaliyev, Ilgar Gurbanov, Nderim Nedzipi