Tað er ikki bara í Klaksvík, at tað er ruðuleiki um ein dyst í einum av teimum evropesisku kappingunum. Í Gibraltar er dysturin millum Lincoln Red Imps úr Gibraltar og FC Prishtina úr Kosovo avlýstur beint fyri dystarbyrjan.
Dysturin skuldi upprunaliga vera mitt í viku, men FC Prishtina hevði ikki færri enn átta spælarar, sum testaðu positivt fyri koronusmittuna. Dysturin bleiv útsettur til í dag, og tað eydnaðist FC Prishtina at leiga átta spælarar frá øðrum feløgum til at manna lið.
Júst sum í Klaksvík, so kom ongin almenn útmelding fyrr enn stutt fyri dystarbyrjan, tá dysturin bleiv avlýstur. Lincoln Red Imps skrivar á heimasíðuni hjá felagnum, at tað komu boð frá UEFA, um at dysturin er avlýstur, meðan gestirnir úr Kosovo halda fyri at tað eru myndugleikarnir í Gibraltar, sum hava avlýst dystin.
Eins og hjá KÍ og Slovan Bratislava, so fyriliggur ikki ein vinnari av uppgerðini enn. UEFA hevur boðað KÍ og Slovan Bratislava frá, at eitt endaliga svar fyriliggur mánadagin. Inn til tá, so mugu bæði KÍ og Slovan Bratislava fyrireika seg til at spæla móti Young Boys í Sveis hóskvøldið.