European Open: Føroyar gjørdu nóg mikið til at vinna á Litava

Tað gekk trekt í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki loysnaði tað hjá U19-manslandsliðnum

Mynd: HSF

HSF skrivar:

 

Gjørdu nokk. Hóast avrikið leingi var misjavnt, so vunnu Føroyar 16-11 á Litava í European Open í morgun. Hálvleiksstøðan var 7-7.

 

Fyrri hálvleikur var merktur av vantandi neyvleika og villum. Føroyska bakketan stíddist við at spæla seg til málmøguleikar, og hóast pláss, so vóru allir kjansirnir á vengrunum brendir. Litava hevði tapt allar dystirnar í kappingini higartil, men sýntist stíðsviljin størri enn hjá okkara. Liðini fóru til hálvleiks við javnleiki 7-7.


Tað sá leingi svart út í seinna hálvleiki og vóru litavar frammanfyri 11-10 eftir 40 minuttir. Føroysku venjararnir máttu taka leikbrá við tá 8 minuttir restaðu og støðan var tá 11-11. Fleiri útskiftingar vóru framdar og kom tíbetur glið á álopsspælið seinastu minuttirnar og hevði Bjarni Gunnarsson Jacobsen eisini nakrar bjargingar. Ferð og ágrýtni kom aftur í føroyska spælið og vunnu Føroyar trygt at enda,16-11.

 

Føroyar møta Estlandi seinni í dag, kl. 15.30. Allir dystirnir kunnu stroymast á ehftv.com. 

 

Dystargongdin Litava – Føroyar:

5 min. 1-3

10 min. 3-5

15 min. 4-7

20 min. 7-7

25 min. 10-9

30 min. 11-10

35 min. 11-13

40 min. 11-16

 

Málskjúttar hjá Føroyum:

Lýðari í Dímun 2

Jákup Egholm 6 (5)

Jógvan Andreas Lamhauge 2

Brandur Hansen 2

Erling Erlendsson 1

Magnus Árason 1

Hanus Gunnarsson 1

 

Mynd: HSF