Norðurírski landsliðsspælarin hjá Manchester United, Jonny Evans heldur ikki, at felag hansara nýtist at styrkja seg til komandi kappingarár. Hetta sigur hann í samrøðu við norsku sjónvarpsrásina TV2.
- Eg haldi, at vit hava eitt nóg sterkt lið, sum er. Vit hava royndar spælarar í hópinum, sum hava vunnið meistaraheiti og steyp í nógvum ymiskum londum. Vit mugu trúgvu uppá, at vit kunnu vinna, sigur Evans við norska TV2.
Evans heldur, at málverjin David de Gea og framherjin, Wayne Rooney hava verið teir bestu spælararnir hjá Manchester United hetta kappingarárið. - David hevur verið stabilur og góður alt kappingarárið. Wayne hevur verið góður líkamikið hvar á vøllinum hann hevur spælt, og hann hevur verið ein framúr góður liðskipari hjá okkum, slær Evans fast í samrøðuni.
Sjálvur er Evans bara byrjaður inni í 12 dystum í Premier League hetta kappingarárið. - Tað hevur gingið eitt sindur upp og niður. Ein fær ikki rútmina og sjálvsálitið, sum ein fær, tá ein spælir hvørja viku. Og eg havi ikki havt tann besta formin hetta kappingarárið, staðfestir Jonny Evans.
Fríggjadagin 4. september verður Jonny Evans væntandi at síggja á Tórsvølli, tá hann saman við norðurírska landsliðnum skal spæla EM-undankappingardyst ímóti Føroyum.