Everton snýtti Liverpool

Trettan minuttir undan leikloki javnaði Wayne Rooney við brotssparki til 1-1

Merseyside grannauppgerðin seinnapartin á Anfield road, har Liverpool hevði vitjan av Everton endaði 1-1. Tað kendist hjá heimaliðnum at vera tvey tapt stig, meðan tað hjá Everton var eitt vunnið stig.

 

Everton hevur ikki vunnið á útivølli ímóti grannunum síðani 1999. Tí vóru gestirnir ógvuliga varnir í útgangsstøðu. Liverpool var fyri nógv tað mesta á bóltinum, men tað gekk striltið at bróta ígjøgnum manngarðin í og kring Everton brotsteigin.

 

Tveir minuttir undan steðginum eydnaðist tað Mohamed Salah við meistarligum máli at leggja heimaliðið framum. Hetta var trettanda málið hjá honum í landskappingini í ár.

Stutt eftir steðgin hevði egyptarin stóran møguleika at økja um leiðsluna, men tá sendi hann við høvdinum bóltin framvið málinum.

 

Everton var ikki ofta í brotsteiginum hjá heimaliðnum. Eitt lítið korter undan leikloki eydnaðilst tað tó at javna. Sera klossut brotsspark gav Wayne Rooney møguleikan úr ellivu metrum, og veteranurin sveik ikki álitið.

Heimaliðið legði nógv fyri í royndini at leggja seg framum aftur, men tað eydnaðist ikki, hóast tað í fleiri førum vóru spentar støður í Everton brotsteiginum.

Liverpool er á fjórða plássi við 30 stigum, og Everton er á tíggjunda plássi við 19 stigum.