Evnisdagur um Jerúsalem  Guds bý

Leygardagin 22. oktober skipar Ísraelsmissiónin fyri evnisdegi í missiónshúsinum á Toftum við evninum 'Jerúsalem - Guds býur'. Jan Mortensen, prestur í eini messianskari kirkju í Tel Aviv í Ísrael, kemur at tala

Evnisdagurin á Toftum byrjar kl. 9:00 við einum drekkamunni og rundstykkjum og endar kl. 12. Á skránni eru tveir tímar við heitinum Jerúsalem í Skriftini - Guds býur. Eisini verður Nýtt úr Ísrael.
Talari á evnisdegnum verður Jan Mortensen. Jan er prestur í Immanuelskirkjuni í Tel Aviv. Hetta er eitt kirkjulið av messianskum (kristnum) jødum. Jan er úr Danmark, og hevur seks tey síðstu árini búð og arbeitt í Ísrael, fyrst í Jerúsalem, har hann var prestur fyri danska kirkjuliðið, og síðani í Tel Aviv, har hann er prestur í Immanuelskirkjuni. Í kirkjuni er bæði eitt enskttalandi- og eitt hebraiskttalandi kirkjulið. Eini fimm - seks onnur kirkjulið brúka eisini hølini í Immanuelskirkjuni og Meinigheitshúsinum, ið eru knýtt at kirkjuni, til teirra tiltøk.
Vitjar um landið
Umframt evnisdagin, kemur Jan eisini at prædika á gudstænastu og tala á møtum, og ungdómsmøtum um landið.
Hóskvøldið 20. oktober verður hann í missiónshús-inum í Sørvági, fríggjakvøldið 21. í kirkjukjallaranum í Gøtu, leygardagin 22. á felagsungdómsmøti á Strondum og sunnudagin 23. prædikar hann í Vesturkirkjuni, og um kvøldið talar hann á møtinum í Emmaus í Klaksvík og á ungdómsmøtimum í KFUM & K í Klaksvík.
Øll tiltøkini eru almenn.