Evnisdagur um økisferðavinnu

Fríggjadagin 20. februar skipar Ferðaráð Føroya fyri evnisdegi um økisferðavinnu í Føroyum. Tiltakið er ikki alment

Ferðavinna

Ferðaráð Føroya fer at skipa fyri evnisdegi um økisferðavinnu. Dagurin er ætlaður fólki í ferðavinnuni, og fara umboð fyri kunningarstovurnar kring landið at umrøða støðu og framtíðarútlit hjá føroysku ferðavinnuni, sigur Ferðaráðið í tíðindaskrivi.
Tosað fer at verða um ymisk evni sum eitt nú útjaðaraferðavinnu, marknaðarføring, og umhvørvi og náttúru.
Stjórin í Ferðaráðnum, Heri Niclasen, fer at hava innlegg, sum grundað er á innkomin uppskot frá seinasta ferðavinnudegi.
Eisini fer at verða tosað um verkætlanina »Destination Viking, Sagas & storytelling« og innlendismenning sum heild, sigur Ferðaráðið í tíðindaskrivinum.
Framløgufólk verða Birita Nolsø frá Ferðaráðnum, og Regin Debes frá Føroya Fornminnissavni.
Tey, ið vilja frætta nærri um tiltakið, kunnu venda sær til Ferðaráðið ella kunningarstovurnar kring landið.