Felags evropeiska gjaldoyrað, evran, kom undir stórt trýst, tá marknaðirnir í Eysturasia lótu upp í morgun.
Á marknaðinum í Tokyo kom evran niður á 1,2287 dollara, og lítið hevur virðið ikki verið samanborið við dollaran síðani í 2008, skrivar DPA og leggur afturat, at marknaðurin er framvegis í iva um evruna.
Fíggjarmálaráðharrarnir í ES-londunum samtyktu fyrr í mánaðinum ein ovurstóran hjálparpakka, sum skal halda hondina undir evrulondum, sum hava fíggjarligar trupulleikar.
Talan er fyrst og fremst um Grikkaland, men Spania og Portugal hava eisini stórar trupulleikar at dragast við.