Tað váttar Jógvan Martin Olsen, venjari.
Evrard Ble hevur spælt við AB síðan 2007. Argjamenn fluttu niður, og miðvallarin fer ikki at spæla í næstbestu deildini.
Avtalan millum Víking og AB er galdandi fyri næsta kappingarár.
Evrard Blé skifti til VB/Sumba undan kappingarbyrjan í 2005. 28 ára gamli fílabeinsstrandingurin skifti til AB í summarsteðginum í 2007.