Evropameistarin

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Vit, sum hava skil fyri filmslist, filmsLIST, veruligari filmslist, hava leingi vitað, at kundi nakar taka við eftir meistaran Kieslowski var tað Michael Haneke.

Krzysztof Kieslowski var tann tá higartil seinasti av teimum stóru filmsmeistarunum í Evropa. Hann doyði tíverri, tíverri alt ov ungur, bara 54 ára gamal, av einari miseydnaðari skurðviðgerð í hjartanum í 1996.

Eftir hann var so eitt stórt tómt rúm í evropiskari filmslist. Men, sum sagt, vit, sum hava skil fyri hesum, sóu nøkur ár seinni, at har var ein, sum kundi fylla hetta tóma rúmið.

Ein týskari, føddur undir krígnum, í 1942, men hann vaks upp í Eysturríki og verður tí javnan sagdur vera eysturríkari. Michael Haneke eitur hann.

Hann hevur nú takkað fyri álitið, vit filmslistaelskarar høvdu og hava á honum. Tað ger hann við sínum nýggjasta filmi “Hvíta bandið” - “Das weisse Band - Eine deutsche Kindergeschichte.”

Seinast, eg var í Keypmannahavn, setti eg mær tvey mál. Eg skuldi í Grand at síggja “Hvíta bandið”, filmurin verður sjálvandi ikki sýndur í Føroyum (kemur kanska í sjónvarpinum um nøkur ár), og á Plan B at drekka eina Mikkeller øl ella báðar tvær úr krananum. Tann nýggjasta hjá Mikkeller, Big Worst Barley Wine, er 17,6%. Hon kemur heldur ikki til Føroya.

“Hvíta bandið” er ein framúrskarandi visuell uppliving, ein stór og øgilig skaldsøga í myndum, sum fær teg at missa ondina. Og persónar og sjónleikarar, børn og vaksin, tú ikki gloymir í bræði, ongantíð.

Hetta er verkið hjá Haneke. Hann skrivaði handritið, og hann var leikstjóri.

Hvør einasta sena í filminum er ein musikalsk komposisjón. Hvør einasta mynd eitt heilskapað listaverk.

Googlið til dømis “Det hvide bånd” og veljið trailer og billedgalleri á heimasíðuni kino.dk Sjón fyri søgn.

Hetta er sum í gomlumgóðumdøgum, tá meistaraverkini vóru fleiri um mánaðin enn um árið nú.

“Hvíta bandið” er í svørtum, hvítum og ikki minst í gráum. Eg eri so gamal, at mær dámar nógv betur svart/hvítar/gráar filmar enn filmar í øllum litum.

Teir minna meg um millum annað Ingmar Bergman síðst i hálvtrýssunumog fyrst í trýssunum, tá hann gjørdi filmar, sum eru verdir at síggja. Ella um danan Carl Th. Dreyer, sum dugdi betur enn tey flestu at brúka svart/hvítt/grátt.

“Hvíta bandið” er ein óhugnalig søga um óndskap og tramansskap, um illar gerðir í einari lítlari norðurtýskari bygd beint fyri fyrra veraldarbardaga. Einasta ljósrípa eru forelskaði lærarin og arbeiðsgentan.

Men eyðkent fyri Haneke, so sigur hann ikki, hvør er sekur í øllum ógerðunum. Hann nevnir tveir møguleikar, men ikki meira enn tað. Haneke hevur so stórt álit á sínum hyggjarum, at hann letur tey sjálvi finna tey seku.

“Hvíta bandið” er ikki ein Hollywoodfilmur, gjørdur eftir somu uppskrift sum allir Hollywoodfilmar. “Hvíta bandið” er filmsLIST.

Haneke ger ikki filmar fyri at undirhalda. Hann ger filmar fyri at fáa fólk at hugsa, at taka støðu. Honum dámar væl at ræða fólk og órógva kenslurnar hjá fólki.

Ikki óvæntað er presturin í bygdini ein tann størsti fanin, fyrst og fremst móti sínum egnu nógvu børnum. Filmurin er jú ein týsk barnasøga.

Jú, teir eru deyðir og farnir, filmslistamenninir, sum altíð høvdu eina góða søgu og dugdu so forbannað væl at siga hana.

Og í januar doyði ein afturat, Eric Rohmer.

Men Haneke er tíbetur eftir har uooi á tindinum. Rættiliga einsamallur. Hann er evropameistarin. Við hetta lag verður hann eisini heimsmeistari. Um hann ikki longu er tað.