Evropeiska rentan lækkar

Evropeiski Miðbankin hevur lækkað rentuna, og danski tjóðbankin fer ætlandi at gera tað sama seinnapartin Evropeiski Miðbankin, ECB, hevur lækkað

rentuna 0,5 prosentstig, so rentan nú er 1,5 prosent, ið má sigast at vera søguliga lág renta.

Í Keypmannahavn verður nú bíðað eftir, at danski tjóðbankin fer at lækka rentuna. Teir flestu greinararnir vænta, at rentan lækkar úr 3,0 í 2,25 prosent.

Gongur hendan metingin út, er danska rentan á sínum næstlægsta støði nakrantíð. Hon hevur eina ferð verið niðrí á 2,15 prosentum, sigur DR.