Tað var spanski forsætisráðharrin, Jose Maria Aznar, sum tók stig til stuðulsbrævið, sum stóð á prenti í bretska blaðnum The Times og fleiri øðrum evropeiskum bløðum í gjár.
Umframt spanska forsætisráðharran hava forsætisráðharrin í Italia, Silvio Berlusconi, forsætisráðharrin í Danmark, Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharrin í Portugal, Jose Manuel Barroso, foræstisráðharrin í Ungarn, Peter Medgyessy, forsætisráðharrin í Pólandi, Leszek Miller og forsetin í Kekkia, Vaclav Havel, skrivað undir brævið.
Harafturímóti vóru ongar undirskriftir hjá teimum báðum atfinninarsomu leiðarunum í Fraklandi og Týsklandi á brævinum. Gerhard Schrøder og Jacques Chirac hava gjørt Bush greitt, at teir taka ikki undir við Irak-politikki hansara og hóttanini um kríggj.
Teir átta leiðararnir skriva, at hópoyðingarvápnini hjá Saddam Hussein eru ein hóttan ímóti heimsfriðinum, og at tað er neyðugt at standa saman um kravið um, at Irak skal beina fyri hesum vápnunum. Teir leggja afturat, at samhaldsfesti og samanhald og ein avgjørd støðutakan er tað, sum best kann tryggja, at málið verður loyst á ein friðarligan hátt.
Teir átta vísa eisini á, at ES tekur undir við teirri seinastu ST-samtyktini um Irak, og teir leggja afturat, verður samtyktin ikki fylgd, er vandi fyri, at trygdarráðið hjá ST missir sítt trúvirði, og tað kann koma heimsfriðinum illa við, siga teir. Teir siga seg tí ikki ivast í, at trygdarráðið fer at fylgja sínari ábyrgd.
Fólkið ímóti
Samstundis sum teir átta evropeisku leiðararnir kunngjørdu stuðulin til Bush, almannakunngjørdi ES-nevndin eina meiningakanning, sum vísti, at 82 prosent fólkinum í Evropa eru ímóti amerikansku ætlanini at leypa á Irak uttan so, at ST samtykkir tað.
Kanningin avdúkar eisini, at heili 72 prosent av veljarunum í Evropa halda, at stríðið millum USA og Irak í veruleikanum snýr seg um iraksku oljuna, sum amerikanarar vilja hava ræðið á. 41 prosent av teimum spurdu siga, at amerikanski uttanríkispolitikkurin er rættur, meðan 54 prosent halda hann vera skeivan.
15.080 fólk í 28 londum tóku lut í kanningini, sum varð gjørd í døgunum frá 21. til 27. januar.