13. til 31. januar verður HM-endaspælið í manshondbólti avgreitt í Egyptalandi.
Vit í Føroyum kunnu gleða okkum nógv til endaspælið, har norðurlendsku grannalond okkara, Ísland, Svøríki, Noreg og Danmark við føroyskum ísletti fara at kappast.
Fyrireikingarnar hava verið merktar av, at forsetin í altjóða hondbóltssambandinum, IHF, egyptiski Hassan Moustafa vil loyva áskoðarum til dystirnar, ikki minst so Egyptaland veruliga kann merkja at vera á heimavølli undir HM-endaspælinum.
Tað er eingin loyna, at tað eru limalondini uttanfyri Evropa sum velja Hassan Moustafa til forseta í IHF. Flestu evropeisku limalondini eru ikki altíð nøgd við mátan Hassan Moustafa rekur IHF, og evropeiska hondbóltssspælara-samtakið, EHPU (European Handball Players Union) vil hava eitt HM-endaspæl uttan áskoðarar nú Korona órógvar hvørt land í heiminum.
Evropeiska hondbóltsspælara-samtakið metir tað vera alt ov ótrygt fyri spælararnar, at IHF loyvir áskoðarum til dystirnar í HM-endaspælinum í Egyptalandi.
EHPU vísir eisini á í brævi til altjóða hondbóltssambandið, at spælararnir gerast sera vánaligar fyrimyndir fyri hondbóltsfjepparar kring allan heimin um dystir vera spældir uttan fyrilit fyri Koronu-vandanum.
IHF hevur borið uppá mál at loyva einum áskoðarakapasiteti uppá 20 prosent.
Stóra hondbóltshøllin í egyptiska høvuðsstaðnum, Kairo tekur 20.000 áskoðarar. IHF hevur ætlanir um at loyva 4.000 áskoðarum til dystirnar. Hesir 4.000 áskoðararnir skulu sita spjaddir.
Men evropeiska hondbóltsspælara-samtakið vil, at eingin áskoðari sleppur til nakran dyst.
Egyptaland spælir setanardyst móti Chile í bólki G, mikudagin 13. januar. Í sama bólki er ætlandi at Svøríki dagin eftir spælir móti Kekkia, ið ikki kundi spæla EM-undankappingardystir móti Føroyum vegna Korona-smittu.
Ísland er í bólki F saman við Algeria, Marokko og Portugal. Íslendingar spæla fyrsta dystin móti Portugal 14. januar.
Noreg er í bólki E saman við Fraklandi, Eysturríki og USA. Noreg spælir fyrsta dystin móti Fraklandi 14. januar.
Danmark er í bólki D saman við Argentina, Bahrain og Demokratiska Lýðveldinum Kongo. Danmark spælir fyrsta dystin móti Bahrain 15. januar.