Skaldskapartíðarritið Vencil boðar frá, at freistin at lata inn tilfar til fimta nummar av ritinum er 15. august 2008
Ritstjórarnir á Vencil gera vart við, at øll kunnu senda inn stuttsøgur, yrkingar og ritroyndir - bæði á upprunaføroyskum og týddar - og at ritstjórnin eftir førimuni svarar øllum aftur og gevur góð ráð.
Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Vencili, www.vencil.fo, har mangt eitt hyggjuráð til komandi høvundar er at finna.
Vencil Nr. 5/2008 kemur eftir ætlan út síðst í september 2008.