Nú er greitt, at ársins ungi leikari í 1. deild eitur Evy á Lakjuni, ið bert er 17 ára gomul og spælir við KÍ. Evy á Lakjuni vann heiðurin framman fyri 19 ára gomlu Milju Reinert Simonsen hjá HB og 20 ára gomlu Áslu Johannesen hjá B36.
Evy á Lakjuni hevur havt eitt sera gott kappingarár, har hon, sum vanligt er í Klaksvík, vann meistaraheitið við kvinnum hjá KÍ. Í 16 dystum skoraði álopssinnaða Evy heili 12 mál.