Eyðkendu mótálopini koppaðu HB

Skilagott verjuspæl og ferðmikil mótálop – soleiðis kenna vit EB/Streym best, og so var ikki nógv at gera hjá greiða oddaliðnum, HB. Við 2-0-heimasigri við Margáir gjørdist EB/Streymur fyrsta liðið, sum megnar at vinna ímóti HB í landskappingini í ár.

HB er ikki longur ósigrað í Effodeildini. Vit skuldu leita okkum heilt fram til 12. umfar, áðrenn vit funnu fyrsta liðið, ið megnaði at koppa HB. Tað gjørdist EB/Streymur. Við Margáir sunnudagin vóru teir betri fyri taktiskt og gagnnýttu tann møguleika, sum teir væntaðu gjørdist teirra møguleiki – nevniliga at verja væl og dúva upp á mótálopini, har álopskenda HB-liðið hevur ein veikleika.

HB trýsti frá byrjan
Væl av áskoðarum vóru til dyst við Margáir, har veðurlíkindini vóru frálík at vænta sær enn ein spennandi dyst ímillum EB/Streym og HB, sum fyri einum góðum mánaða síðani spældu ein ferðmiklan og spennandi dyst í fjórðingsfinaluni í steypakappingini, har EB/Streymur sendi HB úr kappingini eftir brotssparkskapping.
Tað gjørdist tíðliga í dystinum sunnudagin greitt, at liðini løgdu meiri fyri í royndini at vinna dystin hesaferð í mun til umrødda steypadystin. Tað var fyrstu løtuna HB, sum hevði yvirvágina og eisini kom til nakrar vandamiklar støður, tó uttan at tær vóru nóg vandamiklar at vera málgevandi.
HB hevur í ár ein hóp av leikarum, sum hava bæði hegni og dirvi at hava bóltin nógv, og tað sást eisini aftur á spælbýtinum hesa fyrstu løtuna. Stundum gjørdist tað ov nógv, og bólturin førkaði seg ikki nóg skjótt úr staði til stað.
Bestu royndina hjá HB hevði nýklakti landsliðsleikarin, Heini Vatnsdal, sum kom at renna leysur úr spískum eftir eina frálíka sending frá Andrew av Fløtum. René Tórgarð bjargaði hesi royndini.

EB/Streymur revsaði
At EB/Streymur er undir trýsti merkir ikki, at teir ikki eru vandamiklir. Í mótálopunum eru teir helst vandameiri enn nakað annað lið í Føroyum, og hetta vístu teir eisini henda dystin.
Meðan HB nýtti nógva tíð at telva seg fram eftir vøllinum, so var tað meiri einfalt hjá EB/Streymi, sum ongantíð hugdi seg aftur um bak og fór við miklari ferð frameftir vøllinum, tá ið teir fingu bóltin. Tá ið hálvur tími var leiktur fingu teir hornaspark burturúr einum slíkum álopi, og tað skuldi vísa seg at elva til mál. Eftir hornasparksinnleggið var nakað av trunkaspæli í brotsteiginum, haðani Levi Hanssen royndi seg við skoti. Skotið var ikki nakað serliga hart, men Hans Jørgensen og Alex José dos Santos blivu ikki samdir um hvør skuldi taka bóltin, og tað endaði við, at teir lorkaðu hann inn um málstrikuna. 1-0 til EB/Streym!
Síðani gingu bara sjey minuttir áðrenn enn eitt málgevandi mótálop kom ímóti HB-málinum, og so var heimaliðið á odda 2-0. Bólturin gekk skjótt og væl mann av manni, og tað endaði við, at Leif Niclasen langaði bóltin inn við handaru stong. Á almenna dómaraseðlinum stendur Johan Troest Davidsen skrivaður fyri at hava gjørt sjálvmál.
2-0 til EB/Streym var eisini hálvleiksstøðan.

HB vantaði hugflog
Hóast EB/Streymur í fyrra hálvleiki tvær ferðir mátti skifta vinstra bakk, fyrst Rógva E. Nielsen og síðani eisini avloysaran, Jóhannes Hansen – báðir vegna skaða – so var verjan hjá EB/Streymi sera stinn allan dystin á tamb. Serliga var Egil á Bø ein brandur, og vóru mangan boð eftir hansara eyðkendu uppruddingum, sum góvu heimaliðnum glottar og lætti um lítla HB-trýstið alt meðan gestirnir komu í tíðarneyð og mistu mótið.
Hetta var søgan í seinna hálvleiki, har HB royndi at bróta seg ígjøgnum verjuna. EB/Streymur vardi ofta fyri í evstu løtu, og einu ferðina var stongin fyri, tá ið Alex José dos Santos royndi seg úr 25 metrum.
Taktikkurin hjá EB/Streymi við skilagóðum verjuspæli og ferðmiklum mótálopum riggaði sera væl henda dystin. HB leyp á við nógvum leikarum og setti hetta teir í eina trupla støðu, tá ið teir – sum tað hendi ofta henda dagin – mistu bóltin í uppspælinum. HB-venjarin, Oddbjørn Joensen, royndi seg miðskeiðis í seinna hálvleiki við eini trífaldari útskifting, men hetta bøtti lítið og einki um støðuna. EB/Streymur vann ein uppibornan 2-0-sigur og hevur sum fyrsta liðið í ár vunnið á HB í landskappingini.