Eyðun Andreassen 60 ár

Sunnudagin 27. februar 2005 fyllir Eyðun Andreassen professari í Havn 60
ár.

Eyðun er ein fjølbroyttur maður við fjøltáttaðum gávum. Han hevur við
góðum hegni tikist við mangt og hvat, og gjøgnum alt hevur ein týðandi
felagsnevnarin verið samskifti.

Eyðun er føddur í Skúvoy, har hann búði sum smádrongur. Síðan miðskeiðis í 50-unum hevur hann búð í Havn.

Foreldrini, Elisabeth, f. Kamban, úr Havn, og Petur Andreasen, ættaður av
Velbastað, vóru bæði lærarafólk.

Eyðun tók nýmálsligt studentsprógv í Hoydølum í 1964 og hægri
handilsskúlaprógv í 1966. Hann tók prógv sum cand.mag. í fólkaminnisfrøði, etnologi og søgu í 1974, og mag. art. í fólkaminnisfrøði í 1976 á universitetinum í Oslo. Í 1992 bleiv hann dr. pihl. við universitetið í
Keypmannahavn við ritgerðini Folkelig offentlighed.

Hann hevur m.a. arbeitt sum lærari í fólkaskúlanum, í Útvarpi Føroya og á
myndablaðnum Magn. Hann hevur verið adjuntur við universitetið í
Keypmannahavn, og stipenditatur hjá Statens Samfundsvidenskablige
Forskningsråd í Keypmannahavn.

Í 80-unum var hann skjalavørður á Landsskjalasavninum, og frá 1988 til 1994 var hann lektari á Fróðskaparsetri Føroya og síðan 1994 hevur hann verið professari á Fróðskaparsetrinum.

Eyðun var limir í nevndini, ið gjørdi núverandi kringvarpslógina.

Eyðun hevur verið næstformaður og formaður í Fróðskaparfelag Føroya, og
nevndarlimur í Dansk-Færøsk kulturfond í 12 ár.

Hann er limur í Nordisk Forskningspolitisk Raad og formaður í
Granskingarráðnum síðan 1999. Nú er hann stýrislimur í nýggja norðurlendska granskingarráðnum Nordforsk.

Eyðun verður tíðum boðin uttanlands at halda fyrilestur, og var nú í januar í Oslo, har hann var boðin at halda fyrilestur á ráðsetvnuni Norge i Verden, ið Universitetið í Oslo helt í sambandi við 100 ára dagin síðan Noreg gjørdist sjálvstøðugt kongaríki aftur.

Hann hevur givið út bøkur sum t.d. Fjernsyn på Færøerne, Úr søgu og
søgn, og Kvæðabókina hjá Tróndi á Trøð. Hann hevur eisini skrivað nógvar
greinar um ymisk mentanarlig evni í bløðum og tíðarritum og týtt fleiri
útvarpsleikir og onkran sjónleik.

Eyðun er giftur Astri Luihn, listakvinnu, sum er norsk, og tey eiga 20 ára
gomlu dóttrina, Mariu.