Eyðun: ábyrgdarleyst av dómaranum at dysturin var spældur (FM1)

(FM1) Hoyr høvuðsvenjararnar, Eyðun Klakstein (Skála) og Sámal Erik "Bagge" Hentze (Víkingur) seta orð á Víkingur-Skála 0-0

 

##med2##

Víkingur er fyri sjeyndu ferð í søgu felagins í steypafinaluni, har teir møta HB sum er í steypafinaluni fyri 40. ferð. Til søguna hoyrir tó, at GÍ var í sínari tíð í níggju steypafinalum, og LÍF var á sinni í einari steypafinalu í 1986, so síðani 1983 hava gøtufólk og leirvíkingar verið í 16 steypafinalum áður.

Í kvøld var akkurát fyri hjá Víkingi, ið spældi javnleik 0-0. Tá fyrra hálvfinalan á Skála endaði 1-1 var tað regulin um útivallarmál sum sendi Víking í steypafinaluna móti HB, ið verður leikt leygarkvøldið 21. september.

##ms##

Skálamenn høvdu meiri bóltin, men tað gekk illa at vinna seg til nógvar upplagdar málmøguleikar. Tann besta átti Jákup Johansen tíðliga í fyrra hálvleiki, men tá bjargaði Elias Rasmussen í Víkingamálinum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við ein bersøgnan høvuðsvenjara hjá Skála, Eyðun Klakstein, ið helt tað verða ábyrgdarleyst av høvuðsdómaranum, Lars Müller at loyva, at dysturin var spældur. Eyðun heldur, at tað var alt ov nógvur vindur, og hetta darvaði spælinum illa. Eyðun heldur, at veðurlíkindini vóru frægari fyri Víking sum hevur ein meira kontantan spælistíl.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við ein glaðan og lættan høvuðsvenjara hjá Víkingi, Sámal Erik "Bagga" Hentze. Bagge ásannar, at tað var ikki talan um ein væl spældan dyst, men hansara menn stríddu seg til ein samlaðan sigur, og tað kann hann bara fegnast um. Nú vónar Bagge, at gøtufólk og leirvíkingar fara eisini at stuðla liðnum væl í landskappingini, og ikki bara í steypakappingini, ið tey gjørdu so væl í kvøld.

3) Hoyr Viðmerkjaran hjá FM1, Teitur Joensen taka samanum dystin. Teitur heldur, at leikliga var Skála frægari liðið, men teir tóku ikki av møguleikunum. Teitur sigur seg kunna fylgja Eyðuni Klakstein í, at umstøðurnar vóru tvørligar til fótbólt í kvøld.

(Hoyr samrøður við høvuðsvenjararnar hjá Skála og Víkingi, og hoyr Teit Joensen taka samanum dystin)