##med2##
Eyðun Klakstein hevði vunnið tríggjar dystir á rað á útivølli, tá hann eftir hansara útsøgn fekk eina ógvuliga óvæntaða uppsøgn sum høvuðsvenjari hjá Víkingi.
Eyðun Klakstein slær fast, at hann er ikki beiskur, men hann skilur ikki uppsøgnina og grundgevingarnar hjá leiðsluni í Víkingi.
Eyðun Klakstein sigur sjálvkritiskt, at hann hevði skilt frægari um uppsøgnin var komin í fyrsta triðingi av kappingini, tá tað ikki gekk so væl, og liðið tapti móti ÍF og misti stig móti øðrum lægri liðum sum TB og AB.
Men síðani tá er Finnur Justinussen blivin skarpur, Sølvi Vatnhamar er uppá sítt besta nú, og Vukasin Tomic, ið gjørdi tað minni væl í fyrsta triðingi av kappingini hevur arbeitt seg væl uppaftur í verjuni, men nú er sáttmálin við hann eisini uppsagdur.
Tróndur Arge og Eyðun Klakstein umrøddu eisini umfarið í Betrideildini, ið er hetta vikuskiftið:
Leygardagin klokkan 14: TB-KÍ
Leygardagin klokkan 19: NSÍ-EB/Streymur (FM1 sigur frá dystinum)
Sunnudagin klokkan 14: B36-AB (FM1 sigur frá dystinum)
Sunnudagin klokkan 15: Víkingur-Skála (Árni Gregersen verður heimildarmaður á FM1)
Sunnudagin klokkan 18.30: HB-ÍF (FM1 sigur frá dystinum)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina "Fótbóltspanelið".