Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen sluppu at verða dómarar í einum sera spennandi dysti í Elverum, sum liggur á norska eysturlandinum. Dysturin millum Elverum og franska liðið, Creteil endaði við einum ógvuliga teprum sigri til norska liðið. Elverum vann 27-26. Hálvleiksstøðan varð 15-13 til Elverum. Í síðstu løtu - tá støðan varð 27-26 til Elverum - dømdu Andrias og Eyðun brotskast til franska liðið. Benoit Henry fekk ein gyltan møguleika at javna, men hann skeyt upp um málið hjá Elverum. Í lokalu fjølmiðlunum er ikki eitt orð at lesa um dómaraavrikið, men plagar tað ofta at boða frá góðum.