Um vikuskiftið fara Eyðun og Neil at undirhalda í Kollafirði. Leygarkvøldið fara Eyðun Ásason og Neil Joensen at spæla á Café Chill í Kollafirði.
Teir báðir eru kendir fyri at duga at seta lív í, og tað hava teir eisini gjørt í Kollafirði áður. Teir hava drúgvar royndir, saman og hvør sær, og hava stóra sangskrá at oysa av, so leygarkvøldið verður óivað hugnaligt í Kollafirði, um ein leitar sær á Café Chill.