1. august 2015 varð Eyðfinnur Olsen settur í starv sum leiðandi yvirlækni/depilsleiðari á Skurðdeplinum. Hann skal eftir ætlan røkja starvið í seks ár. Tað skrivar Landssjúkrahúsið á síni heimasíðu.
Eyðfinnur Olsen er útbúgvin serlækni í kirurgi og í kirurgiskari gastroenterology og hevur verið yvirlækni á Landssjúkrahúsinum síðani 1.august 2011.
Eyðfinnur hevur verið virkandi leiðandi yvirlækni síðani 1. mars 2014.
Saman við Astu Joensen, ið er leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur, hevur nýggi yvirlæknin ábyrgdina av leiðsluna av Skurðdeplinum.