Flokkarnir á tingi eru í ferð við at leggja síðstu hond á nevndarbýtið, sum skal avgerast í morgin. Tá skal Løgtingið velja fólk sjey nevndinar, sum eru hesar:
Fíggjarnevndin
Landsstýrismálanevndin
Mentanarnevndin
Rættarnevndin
Trivnaðarnevndin
Uttanlandsnevndin
Vinnunevndin
Fíggjarnevndin er tann nevndin, sum vigar tyngst, tí hon hevur stóra ávirkan á fíggjarpolitikkin. Tað verður Javnaðarflokkurin, sum fær leiðsluna í fíggjarnevndini, og sum in.fo skilir verður tað tingkvinna floksins í Klaksvík, Eyðgunn Samuelsen, sum verður forkvinna í fíggjarnevndini. Undir síðstu samgongu var Erhard Joensen, tingmaður Sambandsfloksin úr Vági, formaður í fíggjarnevndini.
Umframt tær sjey tingnevndirnar skulu eisini aðrar sessir mannast. Talan er um val av tveimum umboðum til Norðurlandaráðið, umboð í Útnorðurráðið, løgtingsgrannskoðarar.
Á skránni fyri tingfundin hósdagin verður eisini val av nevningagrundlistanevndum.