Eydis Eidesgaard 60 ár

Fríggjadagin 7. september fyllir mamma okra, Eydis Maria Eidesgaard, f. Mortensen, seksti.

Mamma er fødd og uppvaksin á Tvørabakka, og eftir at hava verið burturi í lestrarørindum, valdu hon og pabba at at fáa síni egnu hús á Tvørabakka. Mamma hevur sostatt búð størsta partin av lívi sínum á Tvørabakka.


Mamma er útbúgvin sjúkrasystur frá Sjúkrasystraskúla Føroya í 1970. Í 1971 giftist hon pápa okra, Martin, og fingu tey Eyð í 1971 og Flóvin í 1973. Í 1973 fluttu tey í nýggj hús hinumegin vegin frá hennara barnaheimi. Í umleið tjúgu ár, vóru hennara foreldur, omman og abbin, sostatt sera tætt í gerandisdegnum hjá okkum.


Hóast mamma hevði útbúgving og hevði verið úti á arbeiðsmarknaðinum, valdi hon at vera heima í nøkur ár, tá børn komu. Tað var eitt sindur ímóti tíðarandanum í 70-unum, men soleiðis vildi hon sjálv hava tað. Tað gjørdi barnaárini hjá okkum til eina deiliga og róliga tíð, sum vit eru takksom fyri.


Hon hevur altíð lagt stóran dent á, at børnini fingu útbúgving. Og í okkara lestrarárum var hon ofta niðri og vitjaði okkum, nakað hon sigur seg sakna í dag. Nú ferðast hon mest til Kollafjørð, har bæði ommubørnini búgva. Tey hava eitt heilt serligt pláss í lívinum hjá henni. Og omman hjá teimum. Ommudóttirin Maria plagar at siga, at omman er hennara besta vinkona. Hon er skjót umborð á Smyril, um barnaansing manglar í Kollafirði.


Mamma hevur í nógv ár arbeitt á Suðuroyar sjúkrahúsi, tey seinastu árini á skurðdeildini, har henni dámar sera væl. Sambært starvsfeløgum er hon sera nærløgd í sínum arbeiði. Og so man vera, tí tað er mamma í øllum, hon ger.


Føðingardagin er hon saman við teimum nærmastu hjá dóttrini í Kollafirði.


Góða mamma, hjartaliga tillukku við seksti ára føðingardegnum. Nógv góð og gleðilig ár ynskja vit tær og pabba.


Heilsan Eyð og Flóvin